Vaksnamannaútbúgving
At menna og útbúgva okkara fólk er tann besta íløgan, vit kunnu gera, og avkastið er nógv størri, enn vit kunnu ímynda okkum. Týdningarmesta tilfeingið hjá teirri frælsu tjóðini eru føroyingar og onnur, sum velja at búgva og virka her.
Framsókn virkar fyri eini lívslangari menning og læring og saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum skulu avvarðandi myndugleikar menna eina Vaksnamannaútbúgvingarskipan (V??). Fólk, sum fara ígjøgnum eina mennandi V?? mannagongd og gerast sjálvbjargin, elva til tað, sum samfelagsvísindini kalla lívsvirðisvøkstur. Tað merkir, at allir partar vinna búskaparliga við tilgongdini.
Í vár legði Framsókn fram uppskot til samtyktar um at seta á stovn og menna eina tílíka skipan og fer flokkurin framhaldandi at arbeiða við at fremja í verki hetta arbeiði.
Ein føroysk vaksnamannaútbúgving skal skipast eftir grundregluni um ta lívslongu læringina og skal eisini fevna um atgongd til eina støðuga førleikamenning.
Vegleiðing
Allir føroyingar skulu uttan mun til byrjunarstøði hava høvi til at útbúgva og menna seg. Ein óundansleppandi fortreyt fyri at seta í verk og útinna lívslanga læring er ein væl skipað vegleiðingarskipan ??? ein sokallað lívslong vegleiðing. Mong lond hava gjørt eina miðvísa strategi fyri lívslanga vegleiðing. Hetta áttu vit veruliga at gjørt í Føroyum skjótast møguligt fyri at stuðla gongdini við førleikameting og vaksnamannaútbúgving.
Førleikameting
Ein týdningarmikil táttur í hesum er, at vit hava eina holla førleikameting, sum virðismetir førleikar og royndir hjá øllum føroyingum og nýkomnum borgarum, eisini har tey ikki eru endurspeglað í formligum prógvum. Vegleiðarar og onnur fakfólk, sum skulu gera hesa førleikameting, skulu skúlast til at gera eitt dygdargott arbeiði við hesum týdningarmikla amboði.
Eftirútbúgving
Ein av fortreytunum fyri, at vit hava eina greiða og regluliga felags skipan fyri eftirútbúgvingarmøguleikar í Føroyum, er, at vit framhaldandi at styrkja hægri lestur og gransking, bæði hvat játtanum og ymsum samstørvum viðvíkur. Fróðskaparsetur Føroya skal hava eina stabila og hóskandi játtan, sum tryggjar eina støðuga menning av øllum akademiskum stigum ??? bæði BA, MA/Kandidat og PHD/gransking. Setrið er grundvøllurin, sum vit byggja okkara eftirútbúgvingarskipan á og út frá. Eitt grundleggjandi mál, vit eiga at seta okkum, er, at vit bjóða fjølbroytta eftirútbúgving á øllum teimum útbúgvingunum, sum setrið bjóðar. Hesi eftirútbúgvingartilboð kunnu skipast í samstarvi við heilsuøkið, almannaverkið, skúlaskipanina, barnaansingarøkið v.m. tvs. tey øki, sum í dag royna at eftirútbúgva síni starvsfólk eftir førimuni. Týdningarmikið er, at vit seta okkum greið mál fyri eftirútbúgving ??? tílíkar raðfestingar eyðkenna eitt framkomið og vællært fólk!
Vel eina kós, har vit gagnnýta føroyskar førleikar á besta hátt!
Hanna Jensen
Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald