Politikkur

Vaksandi ferðavinnan í Føroyum

...

2019-01-14 22:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ferðavinnan í Føroyum er alsamt vaksandi og tykist ongan enda at hava. Ferðafólkini streyma inn í okkara land, men hvørjum gagnar tað? Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur, at hetta er fantastiskt fyri Føroyar, men spyrt tú bóndurnir á smáplássunum, so eru tey mongu ferðafólkini ein stórur trupulleiki fyri teirra virksemi við føroyska landbúnaðinum longu nú. Alt bendir á, at talið á ferðafólki verður nógv vaksandi og vit mugu ansa eftir, at vit ikki enda í somu støðu sum Ísland er í.

Taka ikki hædd fyri smáplássunum.

Í grein á portal.fo í 2016 segði Guðrið Højgaard: ???Tíbetur fylgir ferðavinnan við, og byggir út í takt við vaksandi eftirspurningin. Fleiri minni gistingarhús eru komin afturat seinasta árið. Okkara gistingarhús, matstovur og útboð av virksemi hava ongantíð verið betur og størri, og gestir okkara eru sera vælnøgdir.???

Tíverri, so kann ikki sigast, at viðurskiftini á smáplássunum runt um í landinum samsvara við útsagnina hjá Guðrið. Taka vit Saksun sum dømi á hesum økinum, so eru sera nógv ferðafólk og vitja í Saksun, men flestu teirra koma, fara og leggja einki eftir seg. ??rslitið er, at ferðafólk fara ein túr í hagan, út á Lógv, taka nakrar flottar myndir og so fara tey í bilin og koyra avstað aftur, tá ið røttu myndirnar eru kliktar. Bóndin í Saksun hevur verið sera nógv frammi í miðlunum, tí hann ikki fær arbeiðsfrið. Ferðafólkini ganga á lendinum hjá festarinum og í lembingartíðini renna tey eftir lombunum fyri at fáa røttu myndirnar. Hetta darvar arbeiðinum hjá bóndanum nógv.

Ferðavinnan er ov óskipað.

Í einum lýsingahefti hjá Visit Faroe Islands varð í 2017 lýst soleiðis: ???stop your car where you are, and go out for a walk???. Vaksandi trupulleikin við ferðafólkum, sum koma í neyð í haganum, er ein avleiðing av óskipaðu viðurskiftunum í Føroyum. Tá ið lýst verður, at man kann ganga runt har einum lystir, so er ikki løgið, at ferðafólk ganga seg í óføri á okkara klettum. Á fleiri av smáplássunum í Føroyum ganga ferðafólkini har, ið teimum lystir, tí tað eru ikki nokk av skeltum, sum seta avmarkingar. ??rslitið av hesum hevur verið, at fólk eru komin til skaða og onkur eru enntá omandottin. Javnan verða tyrlan og fjallaklintrarar boðsend, tí óvitandi ferðafólk hava gingið seg í óføri. Slík viðurskiftir mugu fáast í rætt lag, um vit skulu fáa eina væl skipaða ferðavinnu í Føroyum. Tað mugu verða skeltingar, ið vísa greitt hvar gott er at ganga.

Miðsavnanin av vinninginum.

Í grein áportal.fo06/06-2018 sigur Guðrið Højgaard soleiðis: ???Størsta avbjóðingin hjá okkum komandi tíðina verður at fáa fatur á arbeiðskraft. Seingjarplássini hevur verið ein fløskuhálsur, sum verður loystur komandi tíðina, men nú verður avbjóðingin at finna nokk av starvsfólkum, sigur Guðrið Højgaard, sum væntar, at næstu tvey árini fer tørvur at vera á 200 til 400 nýggjum ársverkum í ferðavinnuni í Føroyum.???

Tað er sjálvandi at gleðast um, at ferðavinnan skapar fleiri arbeiðspláss í Føroyum, men hvør fær ágóðan? ??ll hotellini, ið verða bygd í løtuni, verða bygd í Havnini. Inntøkan úr ferðavinnuni endar í størstan mun í Havn og verður ikki deild út til økini, ið eru harðast rakt av ferðavinnuni. Hetta er ein sera stórur trupulleiki, tí tað er á smáplássunum, at fólk verða mest ávirkað av vaksandi ferðavinnuni. Tað kann ikki verða upp til bóndan, ið hevur nokk við sítt dagliga arbeiði, at verða noyddur at standa og selja kaffi til tey ferðandi. Víst hevði tað sikkurt givið yvirskot í lumman, men so høvdu tímarnir í arbeiðsdegnum ikki verði nóg nógvir. Tað er umráðandi, at hendan miðsavnanin ikki heldur áfram, men at pengarnir verða deildir út yvir landið.

Ísland merkir avleiðingarnar.

Tá ið tosað verður um ferðavinnu í Føroyum, so verður oftani samanborið við ferðavinnuna í Íslandi. Petur Petersen, sendihærri Føroya í Íslandi, segði soleiðis viðin.fo26/10-2018: ???Føroyar eru enn ikki komnar til at merkja tað trýstið, mann hevur í Íslandi, tí mann hevur ein meira kontrolleraðan vøkstur í Føroyum, sigur hann.???

Í Íslandi eru stórir trupulleikar av ferðavinnuni í dag, tí ferðafólkini eru vorðin ov mong í tali og íslendarir eru noyddir at seta avmarkingar í verk, fyri at tálma ferðafólkatalinum. Ferðafólkatalið í Íslandi er tvífaldað síðani 2010. Til samanberingar við íslensku tølini, so høvdu 300.576 fólk ferðast umvegis flogvøllin í Vágum fyrstu 9 mánaðirnar í 2018, sum er ein vøkstur á 11 prosent í mun til somu tíð í 2017. Heldur hesin vøksturin fram, sum alt bendir á seinastu árini, so verða tað omanfyri 600.000 ferðandi um flogvøllin í Vágum fyrstu 9 mánaðirnar í 2025.

At Føroyar ikki eru komnar til at merkja trýstið enn, sum er í Íslandi, er gleðiligt, men vit mugu verja fyri, at tað ikki verður soleiðis hjá okkum eisini, áðrenn tað er ov seint.

Vit føroyingar í Føroyum.

Eingin ivi er um, at vit við okkara vøkru oyggjum hava allar møguleikar fyri at skapa eina góða ferðavinnu í Føroyum, sum kann styrkja munandi um føroyska búskapin. Vit hava okkara náttúru, ið mest sum selur seg sjálva, men vit mugu verða betur til at gera gagn av møguleikunum við ferðavinnuni, og Føroyar mugu verða betur skipaðar innan ferðavinnu, áðrenn talið veksur ov nógv. Tað eru føroyingar, ið eiga hetta landi, og tað eru føroyingar, ið fyrst og fremst skulu trívast í hesum landi. Hvat gagnar ferðavinnan Føroyum, um hon ger av við smáplássini í landinum? Tá er einki vunnið.

Eyðstein

Zachariasen

Huxa Fólkafloksungdómur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder