Tíðindaskriv frá Vágs kommunu, 28. juni 2016
Vágs Kommuna vil fegin virka við til, at nýggjar vinnur og nýggj vinnurekandi fara at virka í Vági.
??tla tit undir nýggja vinnu ella nýtt felag eru tit vælkomin inn á kommunuskrivstovuna fyri at fáa hjálp við til dømis:
·at útvega nýtt v-tal frá Taks
·uppsetan av fíggjarætlan
·atgongd til Vinnugluggan.fo
·mvg-skráseting
·nýtt kontonummar
·atgongd til Netbanka
Hetta er púra ókeypis !
Treytir
Treytirnar fyri at gerast partur av hesari skipan er:
·Tit mugu ikki hava átt felag fyrr
·Tit mugu ikki hava verið stjóri ella nevndarlimur í felagið fyrr
·Tit mugu ikki hava fingið líknandi hjálp frá kommununi fyrr
Í nevndu førum verður mett, at tá eigur neyðug vitan at verða til staðar til fyri at stovna nýtt felag ella nýggja vinnu.
Vágs Kommuna bókar ikki, og setir heldur ikki roknskapir upp fyri vinnurekandi ella onnur.
??ll eru hjartaliga vælkomin at venda sær til Vágs kommunu um hesa skipan.
Vágs kommunawww.vagur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald