Ferðavinnan er við at gerast ein týðandi vinna í Føroyum og hetta forpliktar eisini, bæði hjá landi, kommunum, fyritøkum og fólki kring landið.
Í Vágs kommunu eru seinastu árini gjørd fleiri spennandi átøk, sum eru við til at menna ferðavinnuna bæði í Vági og í Suðuroynni sum heild.
Vágs kommuna lat á sumri 2015 upp nýggjan tænastudepil í miðbýnum í Vági, Miðlatún, har Visit Suðuroy skrivastovan í Vági eisini heldur til. Seinastu árini hava privat bygt smáttur til ferðavinnuna og í summar er eisini nýggj ferðavinnufyritøka Outdoor sett á stovn í Vági og nýggj kafé latin upp í gamla biografinum í Vági.
Í Vági eru vit vælsignaði við fleiri fantastiskum náttúruperlum, tvær teirra eru Vágseiðið og Eggjarnar. -Og tað liggur stór ábyrgd á okkum øllum at syrgja fyri, at hesar náttúruperlur eru innbjóðandi og atkomiligar, bæði hjá fólki her á leiðini og hjá vitjandi í Vági, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Vágs kommuna hevur tí eisini raðfest at halda hesar náttúruperlur, gera tær innbjóðandi og atkomiligar, og eisini tryggja atkomu fyri rørslutarnað.
Vesturi á Eiðinum í Vági er nú gjørdur ein pallur við borðum og benkrum, og í komandi viku verður eisini talva við myndum og frágreiðing sett upp.Sjálvsagt er hugsað um góða atgongd til rørslutarnað, tá pallurin er gjørdur. Vit brúka faldaran um Suðuroynna sum ferðavinnumál fyri rørslutarnað, sum Leila Solmunde, sála, lat gera í sínari tíð sum forkvinna í MBF, har dentur er lagdur á eisini í ferðavinnuhøpi at skipa atkomu fyri rørslutarna, sigur Dennis Holm.
Í komandi viku verður á Eiðinum farið undir at rudda burt órudd, sum fólk tíverri av og á tveita í moldgoymsluna, sum er í gamla grótbrotinum á Eiðinum. Hampað verður eisini um økið við gomlu neystini á Eiðinum, sum privat hava ætlanir um at royna at endurreisa.
Farið verður eisini undir at nýgera seinasta partin av vegnum niðan á Eggjarnar, sum helst er millum mest trafikeraður vegunum í Vági um summarið, tí fólk í hópatali leitað sær niðan á Eggjarnar til stórslidna útsýnið bæði í suður og norð.
Vit hava so nógvar perlur her á staðnum og áliggur tað okkum øllum at tryggja, at hesar náttúruperlur verða hildnar og viðgjørdar virðiliga, hetta er so enn eitt stig á leiðini hjá okkum at raðfesta ferðavinnuna, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald