Vinna

Vágs Havn eitt fet á leið

...

2015-10-26 13:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vagur.fo: Í farnu viku komu tvey stór skip, ið virka innan oljuvinnuna á Vág. Talan er um stóra nýggja seismikk-skipið Polar Empress, sum er eitt hitt mest framkomna í heiminum, og hjálpar- og granskingarskipið Sanco Sky.

Kenda norska felagið Dolphin Geophysical eigur Polar Empress og hevur leigað Sanco Sky.

Skipini bæði eru komin á Vág at liggja, meðan tey bíða eftir næstu verkætlan, sum skipini skulu undir. Polar Empress liggur við kei, meðan Sanco Sky liggur úti á fjørðinum.

Skipini eru komin á Vág í góðum samstarvi við Faroe Ship, sum er agentur fyri reiðariíð Dolphin Geophysical.

At skip, ið virka innan oljuvinnuna, nú koma á Vág, er uttan iva eitt úrslit av einum miðvísum arbeiði, sum bæði hetta og undan farna býráð hava gjørt, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Seinastu 5-6 árini hevur Vágs kommuna og Vágs Havn verið á oljumessunum í Aberdeen og Stavanger. Ein týðandi liður í hesum arbeiðið hevur fevnt um at byggja upp netverk, soleiðis at Vágs Havn eisini er á ???radaranum??? hjá feløgum, sum virka innan oljuvinnuna á okkara leiðum.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um at skipini eru komin á Vág, og ásannar, at tað hevur stóran týdning, at so kend reiðarí, sum Dolphin Geophysical brúka Vágs Havn. Nú eitt reiðarí hevur valt at brúka Vágs Havn og Vágsfjørð, so er hetta uttan iva eitt fet á leiðini at fáa fleiri reiðarí at brúka Vágs Havn og Vágsfjørð, sigur Dennis Holm.


Polar Empress 10-2015 (1)
Polar Empress 10-2015 (2)
Polar Empress 10-2015 (3)
Polar Empress 10-2015 (4)
Polar Empress 10-2015 (5)
Polar Empress 10-2015 (6)
Sanco Sky 10-2015 (1)
Sanco Sky 10-2015 (2)
Sanco Sky 10-2015 (3)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder