Politikkur

Vágatunnilin: Tað verður frítt at koyra

...

2015-08-29 20:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vágatunnilin:

Tað verður frítt at koyra

Avtalan um Vágatunnilin skal haldast, og tað merkir, at tá tunnilin er útgoldin og verður latin landinum, verður tað frítt at koyra ígjøgnum hann. Og sum eg havi skilt, skal tunnilin latast landinum í desember 2016, so eftir tað verður bummgjaldið strikað.

Røddir hava annars verið frammi um, at tey ferðandi framhaldandi skulu gjalda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnir, eisini eftir at lánini eru afturgoldin.


Tað skal ikki henda, tí tað vildi verið eitt púra greitt avtalubrot.


Skulu broytingar einaferð henda, so viðlíkahaldið og íløgur í landsvegakervið heilt ella partvíst verða fíggjað við brúkaragjøldum, so skal ein nýskipan til á økinum, og hon skal umfata alt landsvegakervið sum tað er, og ikki bert undirsjóvartunlarnar.

Gjørdar avtalur um verandi tunlar skulu sjálvsagt haldast.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder