Politikkur

Vágatunnilin er fult afturgoldin

...

2017-03-14 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Advokaturin, Jógvan Elias Winther Poulsen, hevur skrivað juridiskt responsum um Vágatunnilin og niðurstøðan er greið. Hann skrivar soleiðis í niðurstøðuni:

"Niðurstøða út frá gjøgnumgongdini av tí tilfari, sum er nevnt omanfyri, er mín niðurstøða, at treytin í § 1, stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund um, at útvegnarkostnaðurin skuldi vera fult afturgoldin, var lokin, tá lánini, sum vóru tikin í sambandi við byggingina, vóru afturgoldin.

Um ivi skuldi verið um hesa niðurstøðuna, er tað so undir øllum umstøðum mín meting, at treytirnar í § 1, stk. 4 vóru loknar, tá lánini vóru afturgoldin og eginognin var omanfyri kr. 160,3 mió, soleiðis at tað almenna fekk beinleiðis ognarrætt til tunnilin við at felagið varð avtikið.


Vinarligast
Jógvan Elias Winther Poulsen, adv. "

Viðheft er øll frágreiðingin frá advokatinum
Jørgen Niclasen
Løgtingsmaður


FólkaflokkurinÁarvegur 2FO-100 TórshavnTórshavn, 
6. mars 2017J.nr. 10257JEW

Viðv. § 1, stk. 4 í lóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund 

S??KN Advokatar eru biðin um at gera eina meting av, um treytirnar fyri at Vágatunnilin sambærtløgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund skal avhendastlandinum, eru loknar. 

Tilfar 

Vit hava í samband við arbeiðið okkara m.a. gjøgnumgingið: 

??? løgtingslóg nr. 6. frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund viðlógaruppskotinum til lógina, løgtingsmál nr. 18/1999 

??? løgtingslóg nr. 86 frá 18. november 2002 um broyting í lóg um meirvirðisgjald viðlógaruppskotinum til lógina, løgtingsmál nr. 14/2002

 ??? tekningarútskrift fyri P/f Vágatunnilin frá Skráseting Føroya

 ??? tinglýsingarviðurskifti viðvíkjandi P/f Vágatunnlinum 

??? fyrispurning frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann,frá 6. august 2013 og svar uppá fyrispurningin frá 10. september 2013 

??? fyrispurning nr. 63/2013 frá Eivin H. Jacobsen, tingmanni, til Jørgin Niclasen, landsstýrismanní fíggjarmálum frá 26. mai 2014 og svar uppá fyrispurningin frá 17. juni2014 

??? fyrispurning nr. 27/2016 frá Jørgin Niclasen, tingmanni, til Aksel V. Johannesen, løgmann,og svar uppá fyrispurningin frá 21. desember 2016 

??? ársfrágreiðingar fyri P/f Vágatunnilin, tøkar á www.tunnil.fo, umframt
 
??? alment roknskapartilfar viðvíkjandi P/f Vágatunnlinum 

Løgtingslóg nr. 6. frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund og løgtingsmál18/1999 

Lógin er heimildargrundarlagið undir fasta sambandinum um Vestmannasund og hevur reglurum ognarrætt til tunnilin, reglur um at avhenda tunnilin til tað almenna, heimild at krevja  brúkaragjald umframt aðrar reglur. Lógin er grundað á uppskotið, sum varð lagt fyri tingiðsum tingmál 18/1999. 

§ 1, stk. 1 og 4 í lógini eru soljóðandi: 

§ 1. P/f Vágatunnilin (skr. nr. 2809/1998) fær rætt til vega, - brúgva- og tunnilsgerð millum Streymoynnaog Vágarnar um Vestmannasund og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvumog vegi.Stk. 4. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/f Vágatunnilin stendur sum eigari,verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar. 

§ 2, stk. 1 í lógini er soljóðandi: 

Landsstýrismanninum verður heimilað at seta pening í P/f Vágatunnilin, annaðhvørt sum partapeningella ansvarligan lánikapital (ábyrgdarpening) soleiðis at samlaða upphæddin í mesta lagiverður kr. 160,3 mió., og kann landsstýrismaðurin ráða við grundarlagi í samlaðu heimildini frágildiskomu lógarinnar. 

§ 3 í lógini er soljóðandi:Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda, uttan viðurlag, til felagið tað annlegsarbeiðið,sum higartil er framt av Landsverksfrøðinginum í sambandi við upprunaligu verkætlanina umgerð av føstum sambandi um Vestmannasund, herundir allar forkanningar og keypt tilfar, sumnýtiligt er. Slík avhending hevur ikki skattiligar avleiðingar við sær fyri felagið.

 § 5, stk. 1, í lógini er soljóðandi:Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega-,brúgva- og tunnilsanleggið. 

§ 7, í lógini er soljóðandi:§ 7. Frá og við árinum tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið, við grundarlagi íútveganarkostnaðinum, rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar.Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerðv.m. 

Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið er skrivað á s. 4 at ???fígging av verkætlanini erumframt tær 160,3 mió., sum Løgtingið gjøgnum Vinnumálastýrið setir í felagið, upptøka avláni frá fíggingarstovnum???. Á s. 4 í viðmerkingunum til lógaruppskotið er víðari skrivað at???einki landskassaveðhald kemur uppá tal, og leiklutur landskassans í fíggingini er úti við játtaniniav teimum samlaðu kr. 160,3 mió???. 

Í serligu viðmerkingunum til § 1, stk. 4 (§ 1, stk. 3 í lógaruppskotinum) er skrivað, at ???herverður staðfest, at ognarrætturin gongur yvir til tað almenna, tá íløgan er goldin???. 

 Í serligu viðmerkingunum til § 3 verður skrivað, at landsstýrismaðurin fær heimild at avhendatey anleggsarbeiði, sum framd vóru, tá Landsverksfrøðingurin á sinni fyrireikaði tunnilsgerð,umframt forkanningar og innkeypt tilfar, um tað var nýtiligt og at einki verður goldið fyri hetta. 

Í serligu viðmerkingunum til § 5, er m.a. skrivað at ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggjabæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunnlinum. Víðariverður m.a. skrivað at ætlan felagsins er, at hesi nýtslugjøld skulu vera av eini stødd, sum ger,at felagið hevur ráð at afturgjalda rentur og avdráttir til lánistovnarnar, umframt at kunnagjalda rakstur og viðlíkahald av anlegginum. Hartil kemur rentingin av stóru eginognini, tápartapeningurin/ábyrgdarpeningurin er so stórur sum kr. 160 mió. Eisini skulu nýtslugjøldinigera felagið ført fyri at konsolidera seg rímiliga væl. 

Serligu viðmerkingarnar til § 7 viðvíkja skattligu viðgerðini av útreiðslunum hjá tunnlinum ogeinki nærri er skrivað um definitiónina av útveganarkostnaðinum í § 7, stk. 2. 

Løgtingslóg nr. 86 frá 18. november 2002 um broyting í lóg um meirvirðisgjald ogløgtingsmál nr. 14/2002 

Eitt lógaruppskot um broyting í lóg um meirvirðisgjald varð lagt fyri løgtingið sum løgtingsmálnr. 14/2002, dagfest 17. oktober 2002. Endamálið við uppskotinum var at frítaka bummgjaldiðí sambandi við ferðing og flutning gjøgnum tunlar, brúgvar og aðrar vegir í sambandi viðalmenna vegakervið fyri meirvirðisgjald. 

Í lógaruppskotinum varð millum annað skrivað at:

 Støðan viðvíkjandi undirsjóvartunlum í dag er tann, at tunnilin millum Streymoynna ogVágoynna verður tikin í nýtslu um heilt stutta tíð, og fyrireikingar eru longu farnar í gongd atbora undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Borðoynna. Undirsjóvartunnilsverkætlanirnareru skipaðar soleiðis, at tað eru almenn partafeløg, sum standa fyri verkætlanunum, P/FVágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um fleiri undirsjóvartunlar íløtuni. 

Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum,líka til lánið í tunlinum er afturgoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, ogundirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum. Støða verðurtá eisini tikin til, um skipanin við bummgjaldinum skal halda fram. 

Bummgjaldið er tí í veruleikanum ein eykaskattur til at fíggja eina ávísa løguverkætlan, sumannars hevði verið fíggjað beinleiðis í løgtingsfíggjarlógini. Landsstýrið vil hava lánini í undirsjóvartunlunumafturgoldin yvir so stutt áramál sum gjørligt, soleiðis at undirsjóvartunlarnirverða partar av restini av vegakervinum, sum landið rekur. 

Við hesum lógaruppskotinum verður bummgjaldið frítikið fyri meirvirðisgjald, samstundis sumpartafeløgini, ið standa fyri undirsjóvartunlunum, fáa inngangandi meirvirðisgjaldið endurgoldiðúr landskassanum. Á henda hátt verða lánini til undirsjóvartunlarnar skjótari afturgoldin,og bummgjaldið verður eitt brúkaragjald, sum fer beinleiðis til at fíggja tunnilin. 

Í áliti frá Vinnunevndini frá 6. november verður millum annað skrivað, at umboð fyri P/fVágatunnilin hava upplýst fyri Vinnunevndini, at lánið fór at vera umleið kr. 120 mió og atlánið skuldi afturgjaldast yvir 15 ár. Ein samd Vinnunevnd tók undir við málinum og mæltitinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. 

Uppskotið varð við 3. viðgerð tann 12. november 2002 endaliga samtykt av løgtinginum við29 atkvøðum fyri og ongari ímóti og varð kunngjørt sum løgtingslóg nr. 86 frá 18. november2002.

 Fyrispurningar í løgtinginum og svar uppá hesar 

Spurningurin um afturgjald av útveganarkostnaði hevur verið viðgjørdur í løgtinginum í sambandivið fyrispurningar og svar uppá hesar. 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, svaraði tann 10. september 2013 fyrispurningi frá PoulMichelsen, tingmanni. Í svarinum varð millum annað skrivað, at ???eftir lógini skal útveganarkostnaðuringjaldast aftur, bæði tann partur, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin,sum er fíggjaður við láni. Sum er, verður partapeningurin nýttur til lutvísa fígging avíløguútreiðslunum av Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum. Tá peningurin soleiðis er bundiní partabrøv, kann hann ikki brúkast til onnur endamál, uttan at hann fyrst verður loystur.Landið kann loysa peningin við at avhendan partabrøvini. Til tess krevst lógarbroyting, men[....] eru ongar slíkar ætlanir. Tunnilsfeløgini kunnu eisini rinda landskassanum vinningsbýti/útluting,inntil upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin???. 

Jørgin Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, svaraði 17. juni 2014 spurningi frá Eivin H.Jacobsen, tingmanni. Í svarinum er m.a. skrivað at ???P/f Vágatunnilin upplýsir, at sambærtlániavtaluni skal seinasti avdráttur gjaldast 12. desember 2017 (skal vera 2016). 

Víðari varðskrivað, at tá farið varð undir at fyrireika at byggja Vágatunnilin, var ein av stóru spurningunum,hvussu henda stóra íløga skuldi fíggjast og í aðra máta skipast.???Víðari varð skrivað at ???longu tá var ætlanin, at nýtslugjaldið einans skuldi fíggja lántøkuna???eins og tað varð skrivað at ???Almenna fatanin hevur eisini verið, at nýtslugjøldini einans skuldufíggja lánsgjøldini, og at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánið úr Íleggingargrunninum varafturgoldið. Ikki fyrrenn fyri kortum er kjak komið um, at lógarteksturin sigur nakað annað,enn ætlanin og eisini almenna fatanin var???. Móti endanum í svarinum var skrivað at ???Soleiðissum lógin og viðmerkingarnar eru orðað, kann tvídráttur vera um tulking av, nær tunnilin erútgoldin og kann avhendast landinum???. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, svaraði 21. desember 2016 uppá skrivligan fyrispurning fráJørgin Niclasen, løgtingsmanni. Aksel V. Johannesen svaraði at tulkingin hjá honum svaraði tilhana hjá undanfarna løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, í svari til Poul Michelsen, løgtingsmann.Skrivað varð at ???Sambært tulkingini er tunnilin fult afturgoldin, tá í samlaði útveganarkostnaðuriner goldin. Við útveganarkostnaðin meinast allur byggikostnaðurin og harvið bæðilánið og partapeningurin???.Síða 5/9 

Skrivað varð eisini at ???Sum støðan er nú, metir løgmaður ikki, at grundarlag er fyri at koyraókeypis í Vágatunnlinum, tá ið tulkingin av lógargrundarlagnum so greitt vísir, at uppruna ætlaninvið lógaruppskotinum var, at allur útveganarkostnaðurin skuldi gjaldast aftur. Tí bleivtað ikki ókeypis at koyra í Vágatunnlinum tann 11. desember 2016.??? 

Annað tilfar av týdningi fyri málið 

Tað sæst av tekningarútskrift frá Skráseting Føroya, at partapeningurin í P/f Vágatunnlinumer kr. 160.300.000, ið svarar til samlaðu heimildina hjá landinum til at seta partapening í felagið. 

Sambært ársfrásøgnini fyri P/f Vágatunnilin fyri roknskaparárið 2015, ið er seinast almannakunngjørdaársfrásøgn fyri felagið, hevði P/f Vágatunnilin 31. desember 2015 eina eginogn átilsamans kr. 176.040.878. Sambært ársfrásøgnini høvdu vegir og tunnil eitt roknskaparligtvirði á kr. 167.452.351 pr. 31. desember 2015. Felagið hevði eina langfreistaða skuld á tilsamanskr. 241.315. 

Í omanfyri nevndi svari frá Jørgin Niclasen uppá fyrispurning 63/2013 varð víst til frágreiðingfrá Vágatunnlinum 21. juni 2014, har tað varð skrivað ???Endaligi byggiroknskapurin fyriVágatunnilin, ið er gjørdur upp við árslok 2003, vísir byggiútreiðslur uppá 277,7 mió kr, ið eruml 16% omanfyri planleggingarkostnaðin uppá uml. 240 mió kr, og samlaða kapitalnýtsluuppá 306,5 mió kr.??? Á heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum www.tunnil.fo verður skrivað, atVágatunnilin kostaði kr. 280.000.000 at byggja. 

Sum tað sæst omanfyri var langfreistaða skuldin pr. 31. desember 2015 kr. 241.315 og hendanskuldin er sambært svari uppá fyrspurning 63/2013 goldin. 

P/f Vágatunnilin hevur tískil goldið byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð, eins ogfelagið hevur afturgoldið tey lán, sum saman við partapeninginum frá Føroya landsstýrifíggjaðu byggingina av fasta sambandinum um Vestmannasund. 

Lógargrundarlagið og tulking av hesum 

Tað skal at byrja við viðmerkjast, at tað er greitt ásett í lógini um fast samband um Vestmannasund,at tunnilin við vegum v.m., sum varð bygt og enn verður rikið av P/f Vágatunnlinum,skal avhendast landinum frá felagnum P/f Vágatunnilin. 

§ 1, stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund ásetir, at alt anleggið, tá tvinnar treytireru loknar, uttan viðurlag skal avhendast landinum til ognar. Fyrra treytin er, at útveganarkostnaðurinskal vera fult afturgoldin og seinna treytin er, at P/f Vágatunnilin skal standa sumeigari. 

P/f Vágatunnilin skal standa sum eigariVerður fyrst hugt at treytini - P/f Vágatunnilin stendur sum eigari ??? er ásett í § 1, stk. 1 í lógini,at Vágatunnilin fær ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi. Vágatunnilin Síða 6/9er liðugur og hendan treytin í § 1, stk. 1 fyri, at P/f Vágatunnilin skal fáa ognarrætt til tunnilin,er tí lokin. 

Afturat hesum hevur P/f Vágatunnilin tinglýstan ognarrætt til matr. nr. 373e, Sandavágur, ogtil matr. nr. 401b, Kvívík. Tað sæst á kortal.fo, at hetta eru tunnilsmunnarnir ávikavist íVágoynni og í Streymoynni. Umframt at treytin í §1, stk. 1 fyri ognarrætti hjá tunnlinum attunnilin skal vera liðugur er lokin, er ognarrætturin hjá P/f Vágatunnlinum til tunnilin sostatteisini tinglýstur á ein slíkan hátt, at treytin ???P/f Vágatunnilin stendur sum eigari av tunnlinum???er lokin. 

??tveganarkostnaðurin skal vera fult afturgoldin 

Tað er ásett í § 1, stk. 4, at alt anleggið, uttan viðurlag, verður avhendað landinum - tá útveganarkostnaðuriner fult afturgoldin. Spurningurin er so, hvussu hetta hugtakið í lógini skalskiljast. 

Her eru í høvuðsheitum tvey sjónarmið. Annað sjónarmiðið er, at tunnilin skal avhendastlandinum, tá felagið hevði goldið aftur tey lán, sum felagið tók til bygging av tunnlinum. Hittsjónarmiðið er ??? sum tað sæst av omanfyri nevndu svarum frá ávikavist Kaj Leo Holm Johannesenog Aksel V. Johannesen ??? at ikki bara lánini skuldu gjaldast aftur, men at eisini partapeningurin,sum landið hevði sett í felagið, skal gjaldast aftur fyrrenn anleggið skal avhendastlandinum. 

Lánini, sum vórðu tikin í sambandi við bygging av Vágatunnlinum, eru afturgoldin lánsveitaranumog P/f Vágatunnilin hevur goldið allan kostnaðin av at byggja fasta sambandið um Vestmannasund.Spurningurin er, um treytin um, at útveganarkostnaðurin skal vera ???fult afturgoldin???harvið er lokin ella um partapeningurin í felagnum eisini skal afturgjaldast Føroya landsstýri,sum hevur sett partapeningin í felagið. 

Verður hugt í lógina um fast samband um Vestmannasund, er útveganarkostnaðurin defineraðurí § 7, stk. 2 sum ???tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgar og tunnilsgerð v.m.???Hetta eru útreiðslur til íløguna, sum náttúrliga verða avhildnar av felagnum og sum felagiðhevur rindað, í hesum føri grundað á partapeningin hjá felagnum og ta lánifígging, sum felagiðfekk til vega. 


At útveganarkostnaðurin skulu skiljast sum útreiðslur hjá felagnum til at byggja tunnilin v.m.samsvarar eisini við, at tað í serligu viðmerkingunum til § 1, stk. 4 verður skrivað at ???ognarrætturingongur yvir til tað almenna, tá íløgan er goldin???. 

Einki er skrivað hvørki í sjálvari lógini um fast samband um Vestmannasund ella í viðmerkingunumtil lógaruppskotið, sum beinleiðis ásetir ella bendir á, at partapeningurin eisini skalvera afturgoldin sum partur av útveganarkostnaðinum soleiðis sum fyribrigdið útveganarkostnaðurinskal skiljast sambært § 1, stk. 4 í lógini.Síða 7/9 

Í lógaruppskotinum til lógina um fast samband um Vestmannasund, tingmál 18/1999, verðurskrivað, at ???einki landskassaveðhald kemur uppá tal, og leiklutur landskassans í fíggingini erúti við játtanini av teimum kr. 160,3 mió???. Einki verður skrivað um, at landskassin skal havahesar kr. 160,3 mió. afturgoldnar. 

Varð tað ein treyt frá landskassans síðu, at hesar kr. 160,3 vórðu afturgoldnar ella at felagiðskuldi rinda vinningsbýti til partaeigaran, hevði verið náttúrligt at útvega játtanarliga og materiallaheimild fyri hesum í lógini. Hetta er ikki gjørt og tvørturímóti verður skrivað, at ???leiklutur landskassans í fíggingini er úti við játtanini av teimum samlaðu kr. 160,3 mió???. 

Umframt at løgtingið sum grundarlag fyri at gera fast samband um Vestmannasund samtyktiløgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund, viðgjørdi Løgtingiðsum omanfyri nevnt eisini um sama mundið spurningin um meirvirðisgjald av teimum gjøldum,sum skuldu takast fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. 

Orðingarnar í uppskotinum til lóg um broyting av lógini um meirvirðisgjald, sum eru endurgivnaromanfyri, eru greiðar um, at ???tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilinfellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum???. 

Hóast broytingaruppskotið til lógina um meirvirðisgjald viðvíkir einari aðrari lóg enn sjálvarilógini um fast samband um Vestmannasund, kann hetta lógaruppskotið og samtykta lóginmetast vera ein partur av samlaða lógargrundarlagnum fyri virkseminum hjá P/f Vágatunnlinum.Løgtingið hevur einmælt samtykt lógaruppskotið uttan viðmerkingar til frágreiðingina ílógaruppskotinum um, at tað eru lánini, sum skulu vera afturgoldin, áðrenn anleggið skal avhendastlandinum til ognar og at felagið, tá lánini eru afturgoldin, skal upploysast og tunnilinfella til landið.

 Løgtingið hevur sostatt í 2002 og fyri at Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, einmælt samtykt einalóg, grundað á eitt lógaruppskot, sum greitt sigur, hvussu § 1, stk. 4 lógin um fast sambandum Vestmannasund skal skiljast í mun til nær anleggið skal avhendast til tað almenna, nevniligatá lánini eru afturgoldin. 

Tað hevur í hesum sambandi eisini týdning, at tað í sambandi við viðgerðina í fíggjarnevndinisambært álitinum hjá Fíggjarnevndini frá 6. november 2002 er komið fram, at lánini, summálið snýr seg um, væntast vera afturgoldin eftir 15 árum. 

Verður hugt í ársfrágreiðingarnar frá P/f Vágatunnlinum frá 1999 til 2015, sum eru tøkar áwww.tunnil.fo (allar uttan frágreiðingin fyri 2008), sæst um brúkaragjøldini og fígging, at gjøldinimugu leggjast soleiðis til rættis, at felagið hevur nóg mikið av peningi til raksturin og til atgjalda aftur lánini. Einki er skrivað í rakstrarætlanunum um, at felagið skal leggja sítt virksemisoleiðis til rættis, at felagið kann rinda vinningsbýti ella á annan hátt rinda gjøld til partaeigaran. 

Tá gjaldførið hevur verið gott, hevur hetta havt við sær eyka gjøld inn á lánið heldur enn athesar upphæddir eru settar av til vinningsbýti ella líknandi. 

Av ársfrágreiðingini fyri 2003, løgd fyri aðalfund felagsins 21. juni 2004, sæst at byggilánið hjáfelagnum tann 1. desember 2003 var umlagt til endaliga fígging við 175 mió at rinda yvir 14ár. Somuleiðis varð greitt frá, at tvey tey seinastu gjøldini frá landinum á 20 mió. kr. vóru tøkávikavist 1. februar 2004 og 1. februar 2005 og fóru at verða goldin beinleiðis inn á lánið sumseravdráttir. 

Av ársfrágreiðingini fyri 2014, sum varð løgd fyri aðalfund felagsins 14. apríl 2015, verður á s.12 skrivað um fíggjarætlan fram til 2017, at ???Í ætlanini, sum felagið hevur arbeitt eftir fram tiltá lániavtalan dettur burtur í juni 2017, er roknað við at tunnilin skal avhendast til tað almennaeftir teimum krøvum og normum, sum vóru galdandi í 2002, tá tunnilin varð tikin í nýtslu???. 

Av ársfrágreiðingunum hjá felagum sæst sostatt, at felagið hevur tikið pening inn til raksturog til at gjalda lán, eins og tað sæst at felagið sýnist hava lagt til grund, at tunnilin skal avhendasttil tað almenna, tá lániavtalan fellur burtur í juni 2017. Samanumtikið er einki, sumbendir á, at felagið sjálvt hevur havt ta fatan, at partapeningurin skuldi gjaldast aftur sumpartur av útveganarkostnaðinum. 

At felagið í sínum virksemi ikki sýnist hava lagt upp fyri rindan av vinningsbýti samsvarar eisinivið, at einki er nevnt í lógini um fast samband um Vestmannasund ella í viðmerkingunum tillógaruppskotið um, at einsmalli partaeigarin, Føroya landsstýri, roknar við vinningsbýti ellaaðrari útlutan frá felagnum. 

At seinastu innskotini í partapeningi sambært frágreiðingum frá felagnum eru goldin inn á lánfelagsins sum seravdráttir samsvarar eisini við tað, sum var skrivað í uppskotinum til broytingí lógini um meirvirðisgjald um at landsstýrið vildi hava lánini afturgoldin so skjótt sum gjørligt,soleiðis at undirsjóvartunlarnir skuldu gerast partur av restini av vegakervinum, sum landiðrekur. 

Um § 1, stk. 4 skuldi skiljast soleiðis, at Føroya landsstýri skuldi hava partapeningin afturgoldnan,má útgangsstøðið eisini vera at hetta, tá einki annað er samtykt, skal gerast sambærtreglunum í tí til hvørja tíð galdandi lóggávu um partafeløg, nú løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai2011. 

Lógin um partafeløg hevur reglur um at avtaka kapitalfeløg í kapittul 14. Um felagið var avtikið,høvdu ognir felagsins verið útlutaðar partaeigaranum Føroya landsstýri eftir, at verandikreditorar høvd fingið síni krøv goldin. Tá vegir og tunnil sambært ársfrásøgn felagsins fyri2015 høvdu eitt virðið á kr. 167.452.351 og tá felagið hevði eina samlaða eginogn á kr.176.040.878, hevði landsstýrið sostatt fingið partapeningin aftur í øðrum virðum, um tunnilog vegir vórðu útlutað landinum í sambandi við eina endaliga uppgerð av felagnum. 

Um felagið varð avtikið og tunnilin útlutaður partaeigaranum fyri partapeningin, kann spurningursetast við, um talan hevði verið um at avhent tunnilin til landið ???uttan viðurlag??? eftirsumat ognarrættur til partabrøvini í P/f Vágatunnilin tá vórðu skift um við beinleiðis ognarrætttil tunnilin. 

Eg meti tó ikki at orðini ???uttan viðurlag??? í § 1, stk. 4, kunnu tulkast so vítt sum, at tey merkja,at landið, afturat at fáa beinleiðis ognarrætt til tunnilin fyri partapeningin í felagnum, eisiniskal hava kr. 160,3 mió. goldnar í reiðum peningi frá felagnum í sambandi við eina avtøku. 

Niðurstøða 

??t frá gjøgnumgongdini av tí tilfari, sum er nevnt omanfyri, er mín niðurstøða, at treytin í § 1,stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund um, at útvegnarkostnaðurin skuldi verafult afturgoldin, var lokin, tá lánini, sum vóru tikin í sambandi við byggingina, vóru afturgoldin. 

Um ivi skuldi verið um hesa niðurstøðuna, er tað so undir øllum umstøðum mín meting, attreytirnar í § 1, stk. 4 vóru loknar, tá lánini vóru afturgoldin og eginognin var omanfyri kr.160,3 mió, soleiðis at tað almenna fekk beinleiðis ognarrætt til tunnilin við at felagið varðavtikið. 

VinarligastJógvan Elias Winther Poulsen, [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder