Ongantíð hevur tað eyðkenda "Vágasoundið" verið so væl umtøkt sum nú. Í dag, tunnilsdagin, er eitt frálíkt høvi at uppliva tað á heimavølli, og samstundis síggja hvat restin av landinum tekst við á tónleikaøkinum. Vit byrja klokkan 17.30 í Musikskúlanum í Sørvági, har Vágaverk koma at spæla nakrar "slagarar." Klokkan 19.00 flyta vit okkum yvir í ráða Pakkhúsið hjá Atla í Sandavági, har MonkeyRat koma at undirhalda, og eisini bjóða mikrofonina til ein og hvønn, ið hevur hug at royna seg. Aftaná at øll eru sloppin framat mikrofonini, fara vit heim á Loftagrund, har Tórfríð og Holgar, Árni of Jóhanna, og Jórun spæla nøkur løg.
Eftir hetta heldur ballið áfram inni á Gamla Hotellið í Miðvági, har Sámal Ravnsfjall undirheldur.
Tiltøkini kosta 50kr hvørt, (Gamla Hotellið undantikið) men eisini ber til at keypa armband á 100kr, sum gevur atgongd til øll trý tiltøkini. Hesi eru at fáa á kunningarstovuni á flogvøllinum, Musikskúlanum í Sørvági, ella í Pakkhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald