Politikkur

Vágar okkara fremsta ferðamál

...

2016-10-21 16:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vágoyggin skal verða Føroya fremsta ferðavinnumál í 2020. Hetta skulu vit arbeiða fram ímóti, og her skal kommunan verða ein viðspælari. Vit skulu skapa tryggar og góðar karmar fyri ferðavinnuna, soleiðis at meiri peningur liggur eftir hjá tí privata her vesturi. Vit hava allar fortreytir fyri, at hetta skal eydnast. Tann størsti helmingurin av ferðafólkum byrjar sína ferð í Vágum. Vit hava av úrmælingum og øðrum tí vakrastu náttúruna í Føroyum. Umframt tað hava vit virkin fólk í vinnu. Men hvussu vinna vit okkum enn longur fram ?


Perlurnar í vesturøkinum eru nógvar. Nevnast kunnu Trøllkonufingur, Trælanípan, Bøsdalafossur, Bø, Gásadalur, Tindhólmur og ikki minst Mykines. Hetta eru perlur, sum hava fingið stóra umrøðu í miðlum uttanlands.

Størri vinnuligt virksemi
Vit kunnu gera nógv, soleiðis at ferð verður sett á ferðavinnuna. Karmarnir skulu betrast. Vegurin út á trø skal umvælast, soleiðis at bussar og húsvognar ómakaleyst sleppa út til Trøllkonufingur. Vegurin inná dal í Miðvági skal betrast. Gongugøtur skulu gerast, og hædd skal takast fyri umhvørvinum. Fleiri almenn vesir skulu gerast - serliga í Miðvági og Vatnsoyrum.

Lendi til kampingøkir skal útvegast. Fyrispurningar hava verið um hetta. Kampingøki eru ikki ein kommunal uppgáva, hóast nógvar kommunur í landinum hava tikið á seg hesa privatu uppgávu, men um ein privatur íleggjari hevur áræði til at fara í holt við eina tílíka verkætlan, so skal kommunan verða viðspælari og t.d. útvega øki til íleggjaran. Tílík øki skapa trivna og góð kor til ferðavinnuna.

Fleiri privat eru í vinnu í løtuni, og so hava vit almenna Visit Vágar, sum upprunaliga skuldi samskipa ferðavinnuna í okkara øki.

Tað hevur verið tosa um at seta ein ferðavinnu -og mentanarsamskipara í báðum kommununum. Hetta kostar pengar, og man veit ikki hvørjar effekt tað hevur. Her vil eg viðmæla, at teir privatu og Visit Vágar tosa saman, soleiðis at ferðavinnan í vesturøkinum verður samskipað so gott sum gjørligt.

Vinnulig ferðavinna
Í løtuni er ferðavinnan í tvíningum. Tað hevur verið meldur um, at Visit Vágar er kappingaravleiðandi fyri teir privatu. Hetta kemur kanska av, at Visit Vágar selur túrar og samskipar tiltøk fyri egna vinning. Kanska fyri at yvirliva? Hetta skal broytast. Vinningur í mínari verð skal standa eftir hjá tí privata. Men hví er støðan blivin so?

Visit Vágar hevur nógv ov lága játtan til tað arbeiði, tey gera. Av tí sama eru tey noydd at taka provisjón, fyri tað arbeiði tey gera.

Visit Vágar skal arbeiða sum ein samskipari fyri ferðavinnuna her vesturi. Tey skulu selja túrar, ferðir og samskipa tiltøk fyri tann privata. Vinningurin, sum kemst av hesum, skal verða eftir hjá tí privata. Men um hetta skal lata seg gera, má Visit Vágar hava munandi styrk. Sum nú er hava tey 2 ½ ársverk at arbeiða við. Eg skjóti upp, at hetta skal hækka til 4 ½ ársverk.

Skal hetta fremjast í verki, má vinnan eisini skipa seg væl, soleiðis at Visit Vágar kann selja teirra vøru. Her skal sjálvandi samarbeiði til. Men meiningin má vera, at Visit Vágar kemur bara at verða ein almennur ella kommunalur stovnur burturav, sum er við til at hjálpa og samarbeiða, saman við vinnnuni, soleiðis at ferðavinnan kann blóma.

Ein ferðavinna í blóma gevur ringvirkningar í samfelagnum. Hetta sæst aftur í útboðnum av húsum, sum verða leigað gjøgnum airbnb. Fólk síggja at tey kunnu vinna sær nøkur oyru gjøgnum ferðavinnuna.

Tí er ferðavinnan eitt spennandi vakstrarøki, sum skapar økt virksemi. Men tað fyrsta, sum nú skal henda, er, at vit skipa virksemið rætt, so ferðavinnan skapar fleiri arbeiðspláss og er vesturøkinum til gagns.

Jákup Olaf Johannesarson

Valevni á Nýggja lista

X við lista V

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder