Politikkur

VÁGAFAGNAÐUR - spennandi kunningartiltak

...

2016-02-18 18:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Leygardagin 5. mars 2016 kl 14-18 bjóðar Vága kommuna til Vága fagnað í ítróttarhøllini á Giljanesi.

Á hesum spennandi kunningartiltaki verður møguligt at hoyra um framtíðarætlanir fyri Vága kommunu og hjá tær at fortelja okkum, hvat hevur týdning fyri framtíðina og trivnaðin í Vága kommunu.

Á Vága fagnaðinum verður millum annað møguligt at hoyra um nýggja byggisamtykt og bygdaplan, útstykkingarætlanir, víðkan av kirkjugarðinum í Sandavági og nýtt Miðstaðarøki í Miðvági.

Skal tú byggja? Jarðfeingi fer at hava ein bás um nýtslu av grønari orku, tá bygt verður.Møguligt verður at royna bilarnar hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd (Hvølvus og Gøllur) og at geva títt íkast til ferðslutrygdina í kommununi, við at luttaka í ótryggleikakanning. Eisini sleppur tú at síggja nýumvalda grindabátin '??rnin' frá 1892, sum Miðvágs bygdasavn eigur og nógv, nógv annað.

Vit bjóða ein góðan drekkamunn, góð prát og hugnaligan tónleik við Jens Tummas Næs og Hans Ravnsfjall. Eisini verður okkurt til børnini.

Tiltakið er fyri øll - børn, sum vaksin - sum ynskja at vita hvat rørir seg í økinum.

Fleiri upplýsingar koma seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder