Politikkur

Vága Tjóðveldisfelag stillar tvey fólk upp

...

2015-08-04 13:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bæði kynini umboðað á tjóðveldislistanum í Vágum

Metstór luttøka á endaliga uppstillingarfundi í Vága Tjóðveldisfelag mánakvøldið 3. august.

Mánakvøldið var 3.og endaligi uppstillingarfundur hjá Vága Tjóðveldisfelag í Beitishúsinum í Miðvági. Nógv fólk var møtt á fundi, og vóru tey einmælt samd um at stilla Biritu á Løgmansbø Bláhamar og Ingolf Sólheim Olsen upp til løgtingsvalið 1. september.

Bert einaferð síðan 1954, tá D.P Danielsen var á Løgtingi, hevur Vága Tjóðveldisfelag havt umboðan á tingi. Tað var tá Sólfríð Fjallsbak í 2008 var inni í tvær vikur sum eykaumboð - henni vantaði bert fáar atkvøður í at verða vald. Men undirtøkan á seinasta uppstillingarfundi hesaferð og eldhugin hjá teimum møttu og valevnunum geva vónir um eitt gott val hjá Tjóðveldi í Vágum.

Við at stilla eina kvinnu og ein mann upp, hevur Vága Tjóðveldisfelag megnað at liva upp til reglurnar, sum vórðu samtyktar á eyka flokstingi í fjør. Eftir teimum, skal í minsta lagi ein kvinna og ein maður stillast upp í Vágum.

Nú fer felagið til verka at manna eitt toymi av eldhugaðum tjóðveldisfólki, sum fara at stríðast fyri einum góðum úrsliti á valinum, tað skrivar Vága Tjóðveldisfelag á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder