2015-09-18 15:32
Fróði Poulsen er nýggjur formaður í Vága Sambandsfelag 18. september 2015 Á aðalfundi felagsins í gjár vóru hesi vald í nevndina: Fróði Poulsen, Marjus Dam, Rósa Samuelsen, Jan Johannesen og Gunnar K. Nattestad. Thordis Skaalum og Hugin Skaalum vóru vald sum tiltakslimir.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við Fróða Poulsen sum formanni og landsnevndarumboð, Marjus Dam sum næstformanni, Gunnar K. Nattestad sum kassameistara, Jan Johannesen sum skrivara og Rósu Samuelsen sum nevndarlimi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald