JN

Vága kommuna verður við í átakinum ???Earth Hour 2017???

...

2017-03-25 09:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

WWF "World Wildlife Fund" hevur boðið Vága kommunu at vera partur av veðurlagsátakinum ???Earth Hour 2017". Earth Hour er eitt afturvendandi átak, sum verður hildið á hvørjum ári, har milliónir av fólkum, virkjum, kommunum og býum kring allan knøttin sløkkja ljósið í ein tíma, fyri at seta veðurlagið í brennidepilin.

Mentunar- og Trivnaðarnevndin samtykti á fundi tann 09. mars 2017 at taka áheitanina til eftirtektar og vera við í átakinum.

Kommunan fer tí at sløkkja øll ljós og gøtuljós, sum ráðiligt er at sløkkja, leygardagin tann 25. mars 2017 millum kl. 2030og 2130.

Býráðið heitir eisini á borgarar okkara um at vísa virðing fyri klótuni og okkara eftirkomarum við eisini at vera við í átakinum og at sløkkja tey ljósið leygardagin tann 25. mars 2017 millum kl. 2030og 2130.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder