2016-12-06 22:14
Kommununi tørvar hjálp frá foreldrum og næmingum, í arbeiðinum við at gera skúlavegin tryggari.
Vága kommuna kannar í løtuni ferðslutrygdina og tryggleikan á skúlavegum í kommununi. Í kanningini verða allir næmingar í 4. -10. flokki bidnir um at svara nøkrum spurningum, meðan foreldur at børnum í 1. ??? 3. flokk verða biðin um, at svara saman við sínum barni.
Kanningin er ein røð av spurningum og møguleiki er at vísa á ótrygg støð á einum korti. Tú finnur kanningina á:www.viatrafik.dk/vaga
Endamálið við kanningini er, at fáa meiri at vita um ferðslutrygdina í kommununi, so vit hava møguleika at betra umstøðurnar hjá næmingunum. Vit vóna tí, at tú vilt svara, tí tað er av stórum týdningi fyri framhaldandi arbeiðið við ferðslutrygdini í kommununi.
Kanningin byrjar mánadagin 5. desember og endar sunnudagin 18. desember 2016.
Spurningar um kanningina kunnu setast Lovisu Petersen Glerfoss, tekniskur leiðari, á tlf. 794405 ella við t-posti á[email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald