JN

Vága kommuna søkir eftir fólki

...

2015-02-25 17:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Starvsfólk til Vága kommunu

Søkt verður eftir handverkarum og maskinførara at byrja sum skjótast.

Vit vænta av tær at tú:

· Ert raskur, ábyrgdarfullur, nærlagdur og røkin.

· Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.

· Hevur gott handalag

· Dugir væl at loysa uppgávur

· Maskinførarin hevur stóra koyrikoyrtið meðan handverkari hevur vanligt koyrikort.

Setanartreytir:

· Talan er um fulltíðarstørv.

· Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

· Størvini eru tímalønt.

· Teir, ið settir vera, skulu tola broytingar í starvinum.

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða Vága kommunu í hendi innan hósdagin tann 12. mars 2015 kl. 1500 og skulu sendast til:

Vága kommunu

Hammershaimbsvegi 1

FO-360 Sandavági

Ella við telduposti til [email protected].

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Havna- og Vegaumsjónarmannin á telefon 794470 ella skrivaran telefon 344403 og 794403.

Í Vága Kommuna eru bygdirnar Miðvágur, Sandavágur, Vatnsoyrar og Slættanes.

Vága Kommuna hevur, eins og fleiri aðrar kommunur, samtykt eina yvirlýsing fyri arbeiðið hjá kommunum fyri burðardyggari menning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder