Vinna

Vága kommuna søkir eftir avloysarum til Sóljugarð

...

2019-08-07 10:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir avloysarum til at byrja skjótast gjørligt aftaná 12. august.

Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss, har pláss er fyri ymiskleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá virðisgrundarlagi og Barnaáskoðan, sum eru galdandi fyri alt barnaøkið í Vága kommunu.

Okkara arbeiði byggir á:

  • Spornámsfrøði - tað sum hugtekur børnini.

  • Viðurkenning - har børnini kenna seg virðismett og avhildin í relasjónini.

  • Spæligleði - Vit leggja dent á, at spæl og rørslur hava stóran týdning fyri menningina hjá barninum.

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemi á stovninum.

  • Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt.

  • Ert forvitin eftir at finna ???Spor???, lurta og dokumentera.

  • Sært avbjóðingar fram um mørk og er opin fyri broytingum.

  • Ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.

Løn og setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn skal vera Sóljugarði, Hammershaimbsvegur 9, 360 Sandavágur, ella[email protected]í hendi seinasta lagi mánadagin 2. september kl. 12.00. Viðmerk ???Umsókn um avloysarastarv???.

Meira fæst at vita við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder