Vinnufólk í Vágum hava altíð verið undangongufólk og vit eru stolt av tí framburði, vinnulív okkara hevur lagt lunnar undir.
Frá gamlari tíð, til sluppirnar og fiskavirking á landi, til Snarfrost og nýggjaru skipini sum Høgifossur, Reynsatindur, Giljanes og eisini línubátarnar, ið enn eru virknir. Seyðaskinn frá Vilma og niðursjóvingarvirkið Kovin.
J. K. Joensen & sonur við slóðbrótandi tólum og skipanum til fiskivinnu og grøna orku um allan heim.
Í Luna, við aling og smoltstøð, hava vit ein heimsleiðara í innovatión og menning í okkara kommunu, sum vit øll eru so sera stolt av.
Eisini flogvinnu, vøll og fleiri flogfeløg hava vágamenn tikið stig til. flutningsfeløg, bingjuskip og flutning á landi. Sandavágs Timburhandil og H-Dygd, ið eru við í nærum øllum størri verkætlanum um alt landið.
Borgaralistin droymir um, at aftur skal íverksetarahugurin blóma í bygdum okkara, og hesum vilja vit arbeiða fyri, at Vága Kommuna skal verða besti samstarvsfelagin hjá vinnuni.
- Kommunan skal hava serstaka vinnunevnd.
- Kommunan skal útvega skrivstovupláss og ráðgeving til nýggjar íverksetarar.
- Kunnandi tilfar um vinnuøkir og møguleikar í kommununi skal framleiðast og marknaðarføring gerast her, um alt landi og altjóða.
- Vinnunevndin skal skipa vinnuting í Vága Kommunu, har fyritøkur kunnu samskifta um støðuna, møguleikar og leggja ætlanir til felags gagn.
- Arbeiðir hjá kommununi skulu bjóðast út soleiðis, at okkara egnu hava bestu møguleikar at bjóða.
- Politiskt skal trýst leggjast, so fiskakvotur skulu vestur.
- Tunnilsgjaldið skal burtur so tunnilin ikki er kappingaravlagandi fyri fyritøkur okkara.
Jarnhold Nattestad
Valevni á lista C til kommunuvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald