Politikkur

Vága kommuna hevur samtykt útstykkingarætlan á Heiðatrøðni í Miðvági

...

2021-10-26 21:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á býráðsfundi í kvøld var tað eitt einmælt býráð í Vága kommunu, sum samtykti eina útstykkingarætlan á Heiðatrøðni í Miðvági.

Tað er mangul uppá grundstykkir í Vága kommunu, og eftirspurningurin er eisini stórur eftir grundstykkum í kommununi.

Í løtuni standa 27 fólk á bíðilistanum, harav eru 13 av teimum ið vilja hava grundstykkir í Miðvági.

Bjarni Prior, borgarstjóri sigur í stuttari við viðmerking í kvøld, at útstykkingarætlanin á Heiðatrøðni í Miðvági kemur at nøkta tørvin í fleiri ár fram. Í fyrstu syftu er ætlanin at gera grundstykkir til 10 raðhús og 9 sethús í hesari útstykkingini, og fari verður víðari við grundstykkum á Heiðatrøðni tá ið tørvurin er á tí.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder