
Nú eru 3 vikur síðan Vága kommuna, í samstarv við Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkið, byrjaðu eina lokala potingarstøð í Vágum. Tað hevur gingið væl, og í løtuni eru tølini fyri tal av smittaðum í Vágum seinastu 14 dagarnar niðurgangandi og tað sama tali á teimum sum lata seg pota.
Fylgt verður áhaldandi við gongdini í lokalsamfelagnum, og tekur ein støða seg upp har tørvur er á, í skjótari handavending, at lata potingarstøðina upp aftur, so hava vit møguleikan fyri tí ??? skuldi eitt útbrot komi í einum barnagarði ella skúlaflokki o.l.
Mælt verður til at brúka tær almennu kanningarstøðirnar, ið hava opið í vikuskiftinum.
Avgerð verður tikin mánadagin, um vit skulu halda fram við potingarstøðini, um tørvurin er har, gerandisdagar. Um kanning verður aftur týsdagin, verður lýst við tí áðrenn døgurða mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald