2015-11-27 21:01
Fíggjarætlanin 2016 fyri Vága kommunu, var samtykt á býráðsfundi í gjárskvøldið.
Skattaprosentið var lækkað niður í 22,75%.Vága kommuna hevur havt eitt skattaprosent uppá 23 síðan 2011, tá kommunan heldur óvæntað var noydd at taka Skúlan á Giljanesi niður, og byggja nýggjan skúla.
Nýggi skúlin kostaði meira enn eina álíkning. Hetta skuldi leggjast omaná vanliga raksturin av kommununi.
Nú er skuldin komin niður um eina álíkning, og eitt samt býráð metir, at sjálvt um neyðugt er at hava neyva fíggjarstýring, er umráðandi at veita nøktandi tænastu til borgaran. Tí ynskir býráðið at at veita borgarunum ein lætta. Býráðið ætlar í árunum, sum koma, framhaldandi at lækka kommunuskattin.
Barnafrádrátturin verður kr. 5.000,-.
Systkinafrádrátturin verður hækkaður soleiðis, at fult gjald bert verður goldið fyri yngsta barnið, 75% verður goldið fyri næstyngsta barnið, 50% fyri triðyngsta barnið, meðan einki verður goldið fyri hini systkinini.
Raksturin verður kr. 71.477.044
Íløgur skulu gerast fyri kr. 20.250.000
Inntøkurnar vera mettar til kr. 82.331.655
Rakstur, løga, útlánsúrslit (RL??) kr. -9.395.389
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald