2017-12-14 16:15

Vága kommuna skrivar: Lívið kann verða eitt sindur súrt, tá gongubreytin er hál, ella nógvur kavi er á vegnum.
Kommunan leggur nógva orku í kavarudding og salting av vegunum í kommununi hesa árstíðina. Og vit gleðast um at boða frá, at kommunan hevur ognað sær tvær smáar maskinur, sum kunnu feia, grava og salta gongubreytir. Umframt eina nýggja gravimaskinu í staðin fyri aðra av teimum gomlu, sum hevur tænt fyri seg.
Maskinurnar komu til oynna í gjár, 13. desember, og starvsfólkini, ið varða av vetrarhaldinum, fara nú at venja seg við nýggju maskinurnar.
Vit gleða okkum til at kunna veita eina enn betri tænastu og vóna at borgarar okkara fara at taka væl ímóti hesum tiltaki.
Tú kanst annars lesa meiri um vetrarhaldið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald