JN

Vága kommuna hevur sett námsfrøðiligar ráðgevar

...

2015-01-08 16:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna hevur sett Evu Klein og Sonnu á Løgmansbø í starv sum námsfrøðiligar ráðgevar.
Eva og Sanna hava báðar námsfrøðiliga útbúgving, og hava starvast innan barnaøkið í Vága kommunu seinastu 8-10 árini. Harumframt hava tær drúgvar royndir, og hava tikið viðkomandi skeið innan námsfrøðiliga økið.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin er ein liður í at styrkja og menna námsfrøðiliga tilboðið til børn og ung í Vága kommunu. Dentur verður lagdur á fyribyrging, góðsku í tilboðnum og at skapa samanhang millum heim, barnagarð, frítíðar- og skúlatilboð.
Við Námsfrøðiligu ráðgevingini ynskir Vága kommuna at skapa størri trivnað og rúm í nærumhvørvinum, soleiðis at øll børn fáa bestu kor at vaksa upp í, tað skrivar Vága kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder