Politikkur

Vága kommuna hevur samtykt útstykkingarætlan í Sørpum í Sandavági

...

2021-11-23 20:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á býráðsfundi í kvøld var tað eitt einmælt býráð í Vága kommunu, sum samtykti eina útstykkingarætlan í Sørpum í Sandavági.

Tað er mangul uppá grundstykkir í Vága kommunu, og eftirspurningurin er eisini stórur eftir grundstykkum í kommununi.

Í útstykkingarætlanuni norði í Sørpum er ætlanin í fyrstu syftu at gera grundstykkir til 9 sethús og eisini er lagt upp til alternativa bygging - so sum íbúður - bygging er partur av útstykkingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder