Við einum kommunuskatti á 22,75% er Vága kommuna tann kommunan, ið hevur næsthægst skattaprosent í landinum.
Vit á Fólksinslista halda, at kommunuskatturin er alt ov høgur og er við til at bremsa fólkavøkstrinum í kommununi, tí fara vit at arbeiða fyri, at fáa skattin niður á eitt meira hóskandi støði. Tað skal gerðast, tí so standa vit okkum betri í kappingini um nýggjar borgarar, og eisini fyri at geva familjuni betri fíggjarligar møguleikar. Í greinini - Tað skulu altíð verða grundstykkir tøk í Vága kommunu - sum vit høvdu frammi fyrr í vikuni - vísti Fólksinslisti á, at tað er fólkavøkstur í landinum í løtuni. Nógv ung flyta heimaftur til Føroyar, og vit halda, at um skattaprosentið í Vága kommunu verður minkað eitt vet, so standa vit okkum betri í kappingini við aðrar kommunur um at fáa nýggjar borgarar. Fáa vit ikki fatur á teimum - tá ið tey flyta heim til Føroyar, verður torført at fáa tey at flyta til Vága kommunu seinni.
Miðalskatturin hjá kommunum í landinum er 20,67%, tí fara vit á Fólksinslista at arbeiða miðvíst fyri at minka skattaprosenti í okkara kommunu.
Vel lista A ??? Fólksinslisti.
Jóanis Albert Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald