JN

Vága kommuna hevur keypt hús

...

2015-10-16 20:17 Author image
placeholder

Vága kommuna hevur samtykt at keypa húsini hjá Sannu Johannesen í Miðvági.


Húsini standa við síðuna av Heiminum á Sýnini við Kálvalíðvegin.

Nú Heimið á Sýnini verður umvælt, verður arbeitt við at gera avtalu við Heimatænastuna í Vágum um, at Heimatænastan kann leiga húsini, inntil umvælingin er liðug.

Arbeitt verður eisini við at gera avtalu við Heimatænastuna um leigu av gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági og hølum í niðastu hædd í Miðgarði.

Heimatænastan í Vágum fer ein av fyrstu døgunum at kunngerða, hvussu húsast verður, meðan umvælingarnar á Sýnini verða gjørdar.

Kelda: Vága kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder