Politikkur

Vága kommuna góðkennir uppskot um avtalu, at yvirtaka heimið Á SÝNUNI

...

2013-12-09 21:28 Author image
placeholder

 Tíðindaskriv

Vága kommuna góðkennir uppskot til avtalu um, at kommunurnar í Vágum yvirtaka heimið ???á Sýnini???.

Kommunustýrið í Vága kommunu samtykti á eyka kommunustýrisfundi tann 08/12-2013 at góðkenna uppskot frá Almannamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum um ???avtalu millum Sjálvsognarstovnin heimið ???á Sýnini???, Vága kommunu, Sørvágs kommunu, Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið??? viðvíkjandi dagføring, umvæling og bráðfeingis umvæling av heiminum á Sýnini, og fígging av hesum arbeiði og avtøku av sjálvsongarstovninum og avhending av ognini til kommunurnar í Vágum.

Samtyktin er treytað av, at Sjálvsognarstovnurin heimið á Sýnini, Sørvágs kommuna og Føroya Løgting eisini góðkenna uppskotið til avtalu.

Sandavági, tann 9. desember 2013

Vága kommuna

Rósa Samuelsen, borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder