
Ráðið fyri Ferðslutrygd (RFF): Vága kommuna hevur tikið væl undir við átakinum, ???Vinir lova ikki vinum at koyra skít???. Tey hava hongt upp plakatirnar, sum eru tøkar hjá øllum at skriva út áwww.rff.fo.Um átakið greiðir Lovisa Petersen Glerfoss, Tekniskur leiðari á Vága kommunu, frá:
- Vit hava hongt tilsamans 20 plakatir ymsastaðni í kommununi, har fólk koma dagliga: Í matvøruhandlum, onkrum klædnahandli, málingahandli, frisørsalon og í peningastovni. Fólk hava verið stak lagalig og tikið væl undir við átakinum, greiðir Lovisa frá.
Hví stuðla tit átakinum hjá RFF?
- Vit vita, at átøk er týðandi partur av ferðslutrygdararbeiðnum. Tað snýr seg ikki bara um kantsteinar og bungur. Hinvegin vita vit, at allarflestu ferðsluvanlukkur henda av menniskjasligum orsøkum. Tí vilja vit bæði nú og framvyir fegin samstarva við RFF um átøk. Tí í samstarvi við kommunur sleppur boðskapurin út til fleiri borgarar, heldur Lovisa Glerfoss.
Er rúskrekkakoyring ein trupulleiki í Vága kommunu?
- Vit kenna tíverri ikki til lokalu tølini. Tey eru trupul at fáa fatur á. Vanliga verður sagt, at eini 25% av deyðsvanlukkum í ferðsluni eru orsakaðar av rúsdrekka. Vit halda okkum hvørki hava orsøk at halda, at tað eru fleiri ella færri enn tað hjá okkum.
- Fyrr var dansur á bygd, men tað er tað ikki reiðiliga longur. So vilja fólk sleppa til Havnar í býin um kvøldarnar. Her er tó náttbussur, og tíbetur brúka mong hetta høvi. Men tað eru ikki bara ungfólk, sum skulu til/úr býnum, sum standa fyri rúsdrekkakoyring. Tað kunnu saktanst eisini vera tilkomin, sum koyra ávirkað, tað vita vit, sigur Lovisa.
Vita tit, hvat borgarar halda um, at kommunan tekur undir við átakinum móti rúsdrekkakoyring?
- Tað er ilt at siga, nú so stutt er fráliðið. Men vit fáa nógvar áheitanir um ferðslutrygd sum heild í kommununi. So vit ganga út frá, at flestøll taka undir við hesum, sigur Lovisa Glerfoss at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald