Politikkur

Vága kommuna eigur lendingina á Slættanesi

...

2015-02-03 18:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir at www.vp.fo skrivaði grein um lendingina á Slættanesi - les greinina her - gjørdi Dánjal Johansen, sum er næstformaður í Vága kommunu hesa viðmerkingina: 

Unirritaði kannaði á Umkvørvisstovuni tíðliga í 2014, hvør átti lendingina á Slættanesi.Svarið var, at hagin eigur lendið. Eg kann ikki gótaka, at borgararnir í Vága kommunu skulu gjalda 100.000 kr + til privatar hagamenn.Tað er tað stutta av tí langa

Men borgarstjórin Rósa Samuelsen hevur í dag hesa rættleiðing tin næstformannin Dánjal Johansen.


Vága kommuna skrivar á heimasíðu síni:

Vága kommuna eigur lendingin á Slættanesi.03.02.2015
Fyri nøkrum árum síðan gjørdu Slættanesfelagið, sum telur  umleið 50 limir, og hagaparturin Slættanes vart við, at lendingin á Slættanesi hevði fingið stóran skaða av brimi. Heitt var á kommununa um, saman við felagnum og haganum at umvæla lendingina. 
Síðan tá eru fleiri áheitanir komnar ymsastaðni frá á kommununa um tað sama. 
Vága kommuna eigur skúlan/kirkju og kirkjugarð á Slættanesi. 
Sera nógv ferðafólk  koma norð á Slættanes. Tey koma til gongur, á hestbaki og við báti. 
Nú í nøkur summur hevur verið skipað fyri Slættanesdøgum, har millum annað kirkjugongd og onnur tiltøk hava verið. Eisini gera  fleiri arbeiðspláss starvsfólkaútferðir til Slættanesar. Sera nógv fólk, úr øllum Føroyum, eru komin til hesi tiltøk. 
Kommunan metir tað sum sína skyldu at trygdin er í lagi, tí metir býráðið at tað er rætt at lendingin verður umvæld. 

Av tí, at spurnartekin var sett við, hvør eigur lendingina á Slættanesi, vendi kommunan sær til Umhvørvisstovuna við málinum við fyrispurningi um hetta. 
Svarið frá Umhvørvisstovuni var soljóðandi:
???Viðlagt avrit av mynd frá marknaávísingini á Slættanesi, sum gjørd varð í sambandi við matrikuleringina.

 
Hettar varð lagt fram sum skjal nr. 63 til útskiftingargerðabókina á fundi í Sandavági tann 12. jan. 1966.
Á myndini sæst, at lendingin hoyrir til litra ???au???, sum er kommunan.
At samsvar ikki er millum matrikulkortið og myndakortið, hevur sína orsøk.
Matrikulkortið á Slættanesi er gjørt eftir mynd, sum ikki er ???upprættað???, tað vil siga heldur ikki mát, í mun til myndirnar, sum eru til taks í dag. Kortið er meira at kalla ein skitsa, sum er gjørd til tess at skráseta eigindómarnar.
Við nakað av arbeiði ber til at gera neyvt kort, men um tað verður gjørt, veit eg ikki.
Vónandi er henda frágreiðing nóg mikið at greiða málið.???

Tað er óheppið, at kortið á kortal.fo er so óneyvt, at spurnartekin kann setast við tað. 
Vága kommuna tekur svarið hjá Umhvørvisstovuni, sum er mynduleiki á økinum, til eftirtektar . Niðurstøðan er tí greið: Vága kommuna eigur lendingina á Slættanesi!!!

Sandavági, tann 2. februar 2015

Vága kommuna

Rósa Samuelsen, borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder