Sandavágs Talvfelag vann FM-heitið í 1. deild seinasta leygardag, eisini vunnu teir 2. deild í ár.
Sandavágs Talvfelag hevur vunni FM-heitið í 1. deild 4 ferðir tey seinastu 5 árini. Sigast má, at talvfelagið hevur havt vind í seglunum tey seinastu nógvu árini - tað er neyvan nakað felag í landinum, sum eigur so nógvar aktivar telvarar og hartil ungar telvarar, so útlitinini síggja bjørt út.
Eftir venjingina í kvøld bjóðaði Vága kommuna telvarunum til ein góðan bita í talvhølunum.
Rósa Samuelsen borgarstjóri, segði nøkur fløvandi orð til mongu telvararnar, sum vóru við til venjingina og borðhaldið í kvøld.
Sandavágs Talvfelag varð stovnað í 1968. Tey fyrstu árini varð telvað í losjuni, síðan fleiri ár í gamla skúla og tey seinastu árini í hølunum har Føroya Banki helt til.
Nú um páskahalguna skulu fleiri telvarar hjá felagnum kappast um FM fyri einstaklingar, tann kappingin verður í Havn.
Les eisini HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald