Vága Fólkafloksfelag er liðugt við uppstillingina til løgtingsvalið 1. september. Uppstillaði er Jørgen Niclasen og Marin Sigvaldsdóttir Bláberg.
Jørgen hevur drúgvar royndir í politikki, bæði sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og sum formaður Fólkafloksins. Jørgen var bert 20 ára gamal, tá ið hann í 1989 fyrstu ferð tók sæti á tingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin. Jørgen sat sum varamaður til 1993, og í juli 1994 varð hann valdur í Løgtingið og hevur verið valdur síðani. Í farna valskeiðið hevur Jørgen verið landsstýrismaður í Fíggjarmálum.
Tað er fyrstu ferð, at Marin Sigvaldsdóttir Bláberg stillar upp til løgtingið. Marin hevur royndir frá kommunalpolitikki. Marin varð fyrstu ferð vald í býráðið í Vága Kommunu í 2008, og varð endurvald í 2012. Marin er útbúgvin lærari
Vága Fólkafloksfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald