2016-03-31 22:11

Vága Fólkafloksfelag hevði í kvøld hugnakvøld á Café Fjørðoy í Sørvági. Fitt av fólki var til tiltakið.
Á fundinum var dagføring av stevnuskrá felagsins á skrá.
Eftir at tingfundurin var liðugur í kvøld, komu tingfólkini Annika Olsen, Elisabeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Jacob Vestergaard, Jógvan á Lakjuni og Jørgen Niclasen á fundin.
Myndamaður okkara var við á fundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald