Vinna

Vága Floghavn søkir eftir 2 security-/ reingerðarstarvsfólkum til fast starv

...

2016-03-30 13:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága Floghavn søkir eftir 2 starvsfólkum til fast starv sum security- og reingerðarstarvsfólk, at byrja 1. juni 2016. Bæði størvini er ¾ arbeiðstíð. Starvsfólk kunnu eisini fáa álagt aðrar uppgávur.

Arbeiðstíðir:

Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8:00 og 21:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgving ger tað neyðugt. Arbeiðsdagarnir kunnu tí verða longri enn 8 tímar ??? serliga á sumri.

Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Reingerðararbeiði:

Starvsfólki kemur at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaski- og vaktarskipan.

Security-arbeiði:

Starvsfólki kemur eisini at verða partur av toyminum, sum hevur security-arbeiði á flogvøllinum um hendi. Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan.

Setanartreytir:

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Serliga treytir:

Ein treyt fyri at arbeiða á Vága Floghavn er, at viðkomandi fær kravda trygdargóðkenning frá politinum, og at viðkomandi tekur neyðugu útbúgvingina, sum krevst til Security-arbeiði.

(Umsóknarfreist:

Umsókn, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. apríl 2016.

Umsókn skal sendast til:

Vága Floghavn

Flogvøllurin 6

380 Sørvágur

ella t-post: [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder