2019-08-02 14:12

Vága Floghavn, boðar í dag frá, at Gudny Langgaard, sum hevur verið stjóri síðan 1. mai 2018, hevur valt at siga seg úr starvi, vegna nýggjar avbjóðingar.
Vága Floghavn fer beinavegin at lýsa eftir nýggjum stjóra.
Oddbjørg Højgaard, næstforkvinna í nevndini hjá Vága Floghavn, tekur við sum fyribils stjóri, til nýggjur stjóri er settur.
Nevndin í Vága Floghavn ynskir at takka Gudny fyri samstarvið, og ynskja henni alt tað besta framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald