Á øðrum sinni skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálv marathon renning leygardagin 5 september. Teinurin runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági. Hetta er avgjørt Føroya flottasta hálv marathon ruta!
Í hesum sambandi hava Vága Floghavn og Frælsi skrivað undir stuðulsavtalu. Frælsi hevur tí valt at broyta rutuna eitt sindur, soleiðis at runnið verður eftir gamla vegnum niðan úr Sørvági, fram við terminalinum hjá Vága Floghavn og so víðari eftir gamla vegnum oman til Vatnsoyrar.
Runnið verður gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað verður við skúlan í Gásadali og komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági. Dagurin í 2014 eydnaðist so serstakliga væl og við stórari luttøku, har 40 kvinnur og 44 menn gjøgnumførdu hørðu rutuna. Avgjørt varð beinanvegin at hetta skuldi blíva eitt afturvendandi tiltak.
Rennarnir møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Møguligt verður hjá luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús. Av Giljanesi verður farið við bussi til Gásadals, starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5km verður ein vatnpostur.
Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum sum fara at heppa á rennarnar tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur.
Tilmeldingin fer fram inni á heimasíðuni hjá FíF renn.fo. Tað er møguligt at melda til renningina fram til hósdagin 3. september á midnátt, tá lukkað verður fyri tilmelding.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald