Umboð fyri Vága Floghavn vóru í Hannover í juni og undirskrivaðu keypssáttmála við eysturríska felagið, Rosenbauer um keyp av tveimum nýggjum brandbilum til flogvøllin. Sløkkiliðsbilarnir verða framleiddir í Eysturríki. Nýggju sløkkiliðsbilarnir eru av slagnum Panther 6X6s. Talan er um sera framkomnar sløkkiliðsbilar, sum eru bygdir serliga til flogvallir, og sum lúka øll myndugleikakrøv til nýtslu á flogvallum.
??tlanin er, at bilarnir skulu leverast í Føroyum í seinasta lagi 15. mars 2016.
Núverandi sløkkiliðsbilarnir hjá Vága Floghavn eru 18 og 20 ára gamlir. Teir eru tó røktir væl og eru í góðum standi. Teir eru lýstir til sølu, og nakrir fyrispurningar hava verið, m.a. frá eitt nú onkrum donskum flogvallum.
???Áðrenn avgerð varð tikin um at gera sáttmála við eysturríkska felagið Rosenbauer um nýggju sløkkiliðsbilarnar, bóðu vit um tilboð frá 4 veitarum av slíkum flogvallarbrandbilum, úr ávikavist Týsklandi, Italia, Hollandi og Eysturríki. Tilboðið frá Rosenbauer í Eysturríki var mett at verða tað mest áhugaverda???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn. Samlaði sáttmálin við Rosenbauer ljóðar uppá góðar 7,9 mió kr.
Nýggju bilarnir eru væl útgjørdir, við m.a. stórum tangum og tveimum vatn-/skúmsproytum á hvørjum bili . Vága Floghavn er ein sonevndur categori 6 flogvøllur, har minsta kravið er, at hava sløkkiliðsbilar við 8000 litrum av vatni tilsamans. Verandi sløkkiliðsbilar rúma 6000 litrar hvør og merkir hetta, at sum er skulu báðir altíð skulu verða tøkir.
???Nú sløkkiliðsbilarnir skulu skiftast út hava vit lagt stóran dent á at framtíðartryggja tilbúgvingina á flogvøllinum soleiðis, at vit eisini kunnu takað ímóti størri flogførum í framtíðini. Og tað kunnu vit við hesum nýggju brandbilunum, sum rúma gott 9000 litrar av vatnið hvør. Tá bilarnir eru komnir lúka vit sostatt categori 8 krøvini, og eru væl fyrireikaðir á hesum økinum til eina framtíðar menning av virkseminum á Vága Floghavn??? sigur Jákup Egholm Hansen, rakstrarleiðari á Vága Floghavn.
Sløkkiliðsbilar av hesum slagnum verða eisini brúktir av øðrum flogvallum um okkara leiðir - eitt nú í Kastrup og Billund.
Umboðini frá Vága Floghavn sum vóru í Hannover vóru Jákup Haraldsen, brandleiðari, Jákup Egholm Hansen, rakstrarleiðari og Jákup Sverri Kass, stjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald