Vinna

Vága Floghavn góðan og tryggan rakstur í fjør

...

2016-05-11 12:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv 11. mai 2016


Vága Floghavn góðan og tryggan rakstur í fjør

Árið í fjør royndist væl hjá Vága Floghavn, sum nærum trýfaldaði avlopið áðrenn skatt. ??rslitið fór frá 1,7 mió. krónum í 2014 upp í 4,6 mió. krónur í 2015. Harafturat setti ferðafólkatalið í farna ári met. ??rslitið fyri 2015 gjørdist gott, hóast Vága Floghavn undanfarna ár lækkaði ferðafólkaavgjaldið við 2 mió. kr. og somuleiðis stuðlaði nýggjum rutum við 1,7 mió. kr.


Tað gongst væl við virkseminum hjá P/F Vága Floghavn, sum í 2015 hevði ein vøkstur í ferðafólkatalinum á 10,4 prosent. Omanfyri 276.000 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í fjør, svarandi til umleið 25.000 fleiri enn árið fyri.

Bæði nýggja farstøðin og nýggi tænastubygningurin hava riggað væl, hóast nakrar ábøtur og broytingar eru framdar seinasta árið. Bygningarnir verða støðugt tillagaðir tørvinum.

- ???Felagið hevur lagt seg eftir at leggja eina varliga rakstrar- og íløguætlan, soleiðis at Vága Floghavn er væl brynjað til framtíðina. Raksturin er góður, og fyritøkan er væl fyri til at átaka sær seruppgávuna at knýta Føroyar enn nærri útheiminum???, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn.

??tbyggingin av flogvøllinum hevur havt sera gagnliga ávirkan á virksemið hjá Vága Floghavn, síðani fyrsta flogfarið í desember 2011 lendi á longda flogvøllinum.

Ikki einans hevur útbyggingin gjørt tað møguligt hjá størri flogførum at lenda í Vágum, eins og nýggjar leiðir eru mentar, ið røkka longur út í heim. Saman við nýggjum innflúgvingartólum hevur tað eisini bøtt munandi um regulusemi á flogvøllinum.

- Fyri at beta um umstøðurnar hjá teimum ferðandi verður í næstum farið undir at bøta um parkeringsøkið oman fyri farstøðina. Eisini fara vit at arbeiða við øðrum tillagingum inni í sjálvari farstøðini og á airside, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

Verandi umstøður geva Vága Floghavn góðar møguleikar at mennast, har størsti denturin verður lagdur á at veita ferðafólkunum best møguliga tænastu og uppliving.

Nevndin varð afturvald og skipaði seg við:

Kitty May Ellefsen, sum nevndarforkvinnu

Evy Joensen, næstformanni

Jóhan í Niðristovu, nevdarlimur

Uni Danielsen, nevndarlimur

Sámal Birgir Johansen, nevndarlimur

Torstein á Steig, nevndarlimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder