2016-10-31 20:08
Bátaeigarar og onnur áhugað hava heitt á býráðið um at broyta bátahyljarnar í Miðvági soleiðis, at verandi innsigling til tann nýggjara bátahylin verður stongd og bert innsiglingin til tann eldra hylin verður nýtt.
At ein siglingarrenna verður gjørd millum báðar hyljarnar og vestara atløgusíða á Ytru Bryggju verður inni í bátahylinum.
Býráðið hevur tikið áheitanina til sín, og hevur samtykt, at verkætlanin verður detailprojektera og tikin við í langtíðarfíggjarætlanina, tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald