19 atkvøður fyri og 14 í móti. Hetta er fantastiskt fyri samkyndu í Føroyum, og hetta er fantastiskt fyri tey samkyndu uttanlands, ið uttan iva kenna seg meir vælkomin at flyta aftur til klettarnar. Hetta er fantastiskt fyri føroyska samfelagið!
Stríðið var hart, nógvar vóru ákoyringarnar, og ávaringarnar vóru ikki
tespiligar. Tó mugu vit staðfesta, at komandi tíðin ikki verður merkt av stríði
fyri, at fólk og djór kunnu giftast. Tíðin verður ikki merkt av, at landið verður
lagt í oyði.
Hinvegin verður komandi tíð merkt av gleði og trivnaði. Vit merkja, at her rúma
vit minnilutum og vilja tryggja teimum grundleggjandi rættindi.
Skjótt verður endi settur á, at samkynd flyta av landinum orsaka av mismuni. Um
eina tíð verður møguligt hjá samkyndum at gifta seg borgarliga, og tá kunnu vit
hinvegin bjóða samkyndum aftur til einar litfagrar og rúmligar Føroyar!
forkvinna Unga Tjóðveldisins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald