2021-10-29 10:51
Uppskotið hjá Tjóðveldi um at fáa bøtt um korini og lønirnar hjá vælferðarstarvsfólkum fekk góða móttøku í tinginum í dag. Fleiri tóku orðið og høvdu jaligar viðmerkingar til uppskotið. Tað gevur vón um at uppskotið verður samtykt, so vit miðvíst kunnu arbeiða við at framtíðartryggja okkara alra vælferð.
Vit standa til at koma at mangla upp ímóti 2.000 starvsfólk innan vælferðina komandi 10 árini. Hetta er allarhelst ein av størstu avbjóðingunum í nýggjari tíð.
Tí mugu vit fara undir at bøta um korini hjá teimum, ið arbeiða í vælferðini. Bæði so at fleiri velja økið til, men eisini fyri at halda uppá verandi starvsfólkahóp. Uppskotið hjá okkum er stórt og kemur m.a. inná:
??? framtíðartryggja og menna føroysku vælferðina
??? útbúgva fleiri til heilsu-, umsorganar- barnamenningarøkini
??? tryggja góða normering
??? seta eina serliga pulju av til at lyfta lægstu lønirnar innan tað almenna
??? seta gongd á arbeiðið at stytta arbeiðsvikuna
??? tryggja yrkisføri og góða tænastu til fólk nú og komandi
??? at ein heildarætlan verður gjørd, sum lýsir, hvussu vit fremja hetta í verki
Les meira her:https://www.tjodveldi.fo/wp-content/uploads/2021/10/vælferðar-faldari-2.pdf
Lønarpulja at lyfta lægstu lønirnar
Partur av uppskotinum snýr seg um at seta eina serliga pulju av til at lyfta lægstu lønirnar innan vælferðarøkið. Avbjóðingin við starvsfólkatrotinum krevur at vit taka stór stig fyri at gera økið meira lokkandi.
???Tað eigur at verða áhugamál hjá okkum øllum, at tey, ið taka sær av okkara sjúku, veiku, gomlu og okkara børnum fáa virðiliga løn og ikki noyðast at streingjast, tí tey ikki fáa endarnar at røkka saman,??? sigur tingbólkur Tjóðveldis
Vit hava saman við serfrøðingi, greinað sáttmálaviðurskiftini hjá 5 av feløgunum, sum liggja í lægra endanum tá lønir viðvíkur. Fíggjarliga rásarúmið hjá hesum er ymiskt, men tað skerst tó ikki burtur, at sum støðan er í dag, eru fleiri í beinleiðis fátækraváða og gerandisdagurin er tískil merktur av hesum ??? hóast tey eru á arbeiðsmarknaðinum.
Greiningin vísur, at ein lønarhækkan á 1% kostar áleið 5 mió. kr. netto. Hetta kemur at kosta, men tað kemur at kosta okkum sum samfelag so nógv meira, um vit ikki tryggja eina kappingarføra løn, sum mann kann liva av.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald