2016-08-19 14:37
Okkurt um 55 børn í aldrinum 7 til 14 ár hava í fimm dagar verið á Badmintonskúla í Havn.Dentur varð lagdur á eina hendingaríka viku, við góðari samveru, spølum og dyggari badmintonvenjing har hvør dagur varð býttur sundur í innan- og uttanduraspæl.
Høvuðsvenjarnir Magnus Dal Christiansen og Mariann ??ster, bæði úr Havnar Badmintonfelag gjørdu sítt til at Badmintonskúlin bleiv ein minnilig uppliving har stuttleiki og spæl var í hásæti. Tað frættist frá leikarum og foreldrum at Badmintonskúlin eydnaðist sera væl, og at hetta var eitt kærkomið tilboð seinastu viku áðrenn fólkaskúlarnir og badmintonleikárið byrjar.
Sí myndarøð niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald