2015-06-09 04:48
Bíbliuboðrenningin, sum samkomur í Vágun skipaði fyri í vikuskiftinum, eydnaðist stak væl.
Málið var at varpa ljós á bíbliuna - Guðs Orð - við at lesa hana úr enda í annan uppá umleið 80 tímar. Og komið var á mál eftir 78 tímar - klokkan knapt 16 sunnudagin. Aftaná var hátíðaløta í Kedron.Tað vóru uml. 100 lesarar sum luttóku, og støðugt komu fólk inn á gólvið at lurta. Talið av fólkið sum stroymaði, lá alla tíðina ímillum 15 og 40. Hetta er umframt lurtararnar á Lindin, sum sendi í 39 tímar.
Fyriskiparnir eru sera takksamir og nøgdir um, at hetta lat seg gera. Teir takka øllum, sum luttóku at ein og hvønn hátt. Størstu tøkkina bera vit Faðir okkara í Himli.
Myndir: Sanna Akselsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald