Vinna

Væleydnað Aliráðstevna

...

2016-03-08 12:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aliráðstevnan 2016 varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 4. mars. 350 fólk úr havbúnaðinum, undirveitarar, almennir myndugleikar o.o. hittust á Hotel Føroyum at fáa nýggja vitan og íblástur og at netverka. Framløgur vóru um støðuna í alivinnuni og útlit, nýggj vitan varð løgd fram og ljóskastarin varð serliga settur á avbjóðingar hjá vinnugreinini.

Á Aliráðstevnuni varð eisini Besta Handverk kosið fyri ávíkavist Alistøðir á sjónum og Smoltstøðir. Smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum fekk aftur í ár heiðurin fyri smoltstøðirnar, við einum felli eftir útseting uppá einans 2,27 %. Besta Handverk hjá alistøðum á sjónum hevði Hvannasund Suður (A-21) hjá Bakkafrost við einum effektivitetsindexi á 126,0. Hetta var samstundis besta úrslit í øllum teimum árunum, sum hesin heiðurin er givin.

Bestu úrslitini vóru annars hesi:

Smoltstøðir:
Hellurnar ??? Marine Harvest:2,27 % (felli eftir útseting)
Fútaklettur ??? Hiddenfjord:2,51 % (felli eftir útseting)
Viðareiði ??? Bakkafrost:2,86 % (felli eftir útseting)

Alistøðir á sjónum:
Hvannasund Suður (A-21) - Bakkafrost:126,0 (effektivitetsindex)
Hvannasund Suður (A-11) - Bakkafrost:116,2 (effektivitetsindex)
Fossá ??? Marine Harvest:113,3 (effektivitetsindex)
Árnafjørður - Bakkafrost:113,2 (effektivitetsindex)

Framløgur frá tiltakinum verða lagdar út á heimasíðuna fríggjadagin 11. mars.

Aliráðstevnan er árligt afturvendandi tiltak, sum Havbúnaðarfelagið skipar fyri, og komandi ár verður Aliráðstevnan hildin fríggjadagin 24. februar 2017.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder