FSF skrivar:
MYNDIR: Seinnapartin mikudagin skipaði FSF fyri móttøku fyri U17-dreingjunum. Størsta hendingin í føroyskum ungdómsfótbólti nakrantíð, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í røðuni til dreingirnar.- EM-endaspælið verður samstundis ein sýnisgluggi, ið fremstu feløg í Evropa fara at fylgja. Tað er bara at hyggja eftir, hvørjir leikarar hava luttikið í hesari kapping gjøgnum tíðina. Rooney, Fabregas, Kroos og Goetze eru allir millum leikarar, sum gjøgnum tíðina eru kosnir bestu spælarar í EM-endaspælinum fyri U-17 landslið.
- Hvør veit um ein Jacobsen, ein Reynatrøð, ein Edmundsson ella Løkin fara at gera hesum heimsstjørnum tað eftir í Kroatia um tveir mánaðir?, soleiðis segði Aksel V. Johannesen, løgmaður millum annað í sínari røðu til U17-dreingirnar.
Seinnapartin mikudagin varð skipað fyri móttøku í FSF-húsinum í Havn, har Fótbóltssamband Føroya ynskti at heiðra U17-landsliðnum við dreingjum, sum hevur spælt seg víðari til EM-endaspælið í summar.
Christian F. Andreasen, FSF-forseti, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, og Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, hildu røðu. Har afturat fingu dreingirnir eisini eina video-heilsan frá Lars Olsen, Atla Gregersen og Gunnari Nielsen, ið vegna A-landsliðið, sum í hesum døgum fyrireikar seg til dyst í Andorra, ynsktu at heilsa dreingjunum, og ynsktu teimum tillukku við stóra bragdinum.
Fleiri myndir frá móttøkuni kunnu síggjast her:U17 Dreingir / Móttøka 22. mars 2017
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald