Tìðindaskriv frá Námi og Próvstovuni
Væl eydnaðar landsroyndir í dag!
Fyrsti dagurin av trimum er lokin í landsroyndarhøpi. 4. og 6. flokkarnir vóru til roynd í dag.
4. flokkur bleiv í dag royndur í lesifatan og fyrisøgn. 734 av 742 næmingum hava svarað royndini, og alt eydnaðist, sum tað skuldi.
6. flokkur varð royndur í náttúru og tøkni. 703 av 729 næmingum hava svarað royndini.
Næmingar hava ikki bara roynt seg í skúlanum. Tveir næmingar kundu ikki møta á sínum skúla í dag og hava tí svarað royndini heima. Sama var galdandi fyri ein næming, ið ferðast í eysturevropa. Hesin hevur somuleiðis sent inn royndarsvar.
Dagurin er lokin, og royndirnar eru í hús. Fyri okkara part eydnaðust royndirnar væl.
Trýstið á ambætaran var upp móti 70% fyrstu 5 minuttirnar tá royndin í føroyskum í 4. flokki fór í gongd og á leið sama trýst, tá náttúra og tøkni í 6. flokki byrjaði. Fáar minuttir eftir at allir næmingarnir vóru byrjaðir, var trýstið á ambætaran millum 5 og 15%. So her var nóg mikið av maskinorku, og tað merkti eisini royndina, sum gleið væl um alt landið.
Í ymiskum uppgávum vóru smávegis trupulleikar lokalt við einkultum teldum. Talan var fyri tað mesta um trupulleikar við sjálvari telduni ella skeivum vali av forriti.
-Vit eru sera glað fyri at tað stóra og drúgva fyrireikingararbeiðið, sum er gjørt, hevur borið frukt. Sigur Regin, ið er stjóri á Námi. -Skipanin var stabil í allan morgun og teir trupulleikarnir, sum vóru, vóru flest allir vóru lokalir. Nógv gott fólk situr kring landi á skúlunum, tey loystu sínar trupulleikar so hvørt. So dagur 1 í landsroyndini er væl eydnaður.
??li Jákup av próvstovuni leggur afturat: Nú vit nýta KT í royndarhøpi, fáa vit nógvar upplýsingar, vit áður ikki hava havt atgongd til. Hetta førir við sær, at vit mugu orða uppgávurnar øðrvísi, so vit geva øllum næmingum hóskandi avbjóðingar. Tá hugsað verður um, at hetta er fyrstu ferð, vit nýta KT í samband við landsroyndir, kunnu vit sum heild siga, at uppgávurnar eydnaðust væl, hóast tað nú vísir seg at tær í ávísum førum kundu verið tørførari.
Skipanin hevur í dag avgreitt 452.000 fyrispurningar og sent út 14,2 GB av dátum.
?? morgin verður royndarhald náttúrulærugreinunum. í støddfrøði í 4.fl, í náttúru og tøkni í 4.fl og støddfrøði í 6.fl.
Vinaliga
Regin Marnersson ??li Jákup Joensen
Nám Próvstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald