2017-02-16 10:36
Skipini, sum hava roynt á Flemish Cap - Váðasteinur, Kambur, Eivind og Klakkur - verða øll inni seinnapartin í dag.
Klakkur er í løtuni staddur vestur úr Mykinesi, teir fara norðurum oyggjarnar, teir landa í Klaksvík í morgin.
Váðasteinur, Kambur og Eivind eru í Vágahavinum, Váðasteinur skal landa á Toftum, ímeðan Eivind og Kambur landa í Kollafirði.
Í morgin kemur Stapin, teir skulu eisini landa í Kollafirði.
??got er komin heim, teir landaðu í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald