2015-09-13 17:52
Tað hevur ikki ligið væl fyri hjá Váðasteini, sum hevur verið til royndarfiskiskap við Eystur-Grønland. Teir høvdu rættindi at fiska innanfyri 3 fj. markið og inn á firðirnar. Váðasteinur hevur gjørt tveir túrar, veiðuna av fyrra túrinum landaðu teir í Íslandi, teir høvdu tá 75.000 pund.
Seinna túrin datt fiskiskapurin niður í einki, veðrið royndist illa og eisini var nógvur havkallur við Eystur-Grønland, havkallur etur fiskin av línuni.
Teir avgjørdu tí at koma heim, Váðasteinur hevur 40.000 pund í lastini. Teir komu á Havnina um middagin í dag. Váðasteinur landar á Toftum í morgin.
JN.fo tosaði umborð á Váðastein í morgun, teir fara nú aftur at royna við Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald