2017-01-02 14:16
Línuskipið Váðasteinur er nú ávegis yvir á Flemish Cap, Váðasteinur fór avstað í gjárkvøldið. Tað eru 14 mans við Váðasteini hendan túrin.
Eitt skip er farið undan Váðasteini, tað er ??got, teir vóru í dag staddir á 51,3N og 34,3V, so teir eru nærum komnir á fiskileið.
Váðasteinur hevur ikki frystilast, so teir ísa fiskin umborð.
Fleiri av frystilínuskipunum hava riggað til at fara á Flemish Cap, okkurt fer helst í dag og okkurt í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald