
TILB??GVING: Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Hovstunlinum seinnapartin í dag.
Endamálið við venjingini var at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum.
Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Tvøroyrar Sløkkilið, Vágs Sløkkilið, Ambulansatænastan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Politiið og Landsverk. Tyrlan hjá Atlansflogi var eisini við í venjingini.
Harafturat luttóku eygleiðarar frá Politinum, Ambulansutænastuni, umboð fyri Sløkkiliðini og Landsverki.
Næmingar frá Heilsuskúla Føroya og Miðnámsskúlanum í Hovi vóru statistar.
Tað vóru tveirminibussar, ið rendu saman inni í tunlinum. ??happið hendi mitt í tunlinum, og fleiri fólk fingu skaða.
Ein eftirmeting av venjingini verður gjørd seinni.
Her eru nakrar myndir frá venjingini:
Ferðsluóhappið inni í tunlinum.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, eygleiðir venjingina saman við deildarleiðaranum fyri Infrakervi á Landsverki, Armgarð E. Steinhólm, samskiparanum av tilbúgvingini á Landsverki Jákup N Olsen. Uttast til høgru stendurNiels Erik N. Jensen, chef politi inspektørur.
Tunnilin var stongdur seinnapartin, meðan venjingin fór fram.
Næmingar frá Heilsuskúlanum og Miðnámsskúlanum í Hovi vóru statistar í venjingini.
Nógv fólk luttaka í slíkari venjing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald