2017-08-14 08:56
Nógvir russiskir trolarar royna norðanfyri, í morgun eru teir útvið 20 í tali, 7 av teimum eru í føroyskum sjógvi og hinir í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.
Skipini norðanfyri fáa bæði sild, makrel og svartkjaft, so helst royna teir eftir teimum fiskasløgunum.
Av føroyskum skipum eru Næraberg, Norðborg og Borgarin staddir norðanfyri - norður ímóti altjóða markinum. Borgarin roynir eftir svartkjafti, ímeðan Næraberg og Norðborg royna eftir sild og makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald