2015-09-10 14:00
SENDI??TGERD: Leirvíkstunnilin er tann ferðslutyngsti tunnilin eftir í landinum, har ikki hevur borið til at hoyra útvarpsrásirnar. Hetta er nú søga. Eins og í Kollfjarðartunlinum er Landsverk farið víðari við skipanini, sum nú eisini er sett upp í Leirvíkstunlinum.
Í morgun kundu bilførarar, sum koyrdu í Leirvíkstunlinum, á fyrsta sinni fegnast um, at útvarpssignalið ikki hvarv, tá teir koyrdu inn í tunnilin.
Týskvøldið og í nátt hava fólk arbeitt við at seta upp útgerð í Leivíkstunlinum, sum nú ger tað møguligt at hoyra útvarp í tunlinum.
Á vári 2012 varð sendiútgerð sett upp í Kollfjarðartunlinum, og nú er sami útbúnaður settur upp í Leivíkstunlinum.
??tlanin er eisini at fáa sonevnt ferðsluútvarp upp at koyra í flestu tunlum, sum nú hava útvarpsútgerð, har Politiið hevur møguleika fyri at bróta útvarpið av og tosa boð inn, um okkurt skuldi verið áfatt í tunlinum ella í ferðsluni annars. Hetta verður tó ikki klárt fyrr enn seinni í ár.
Eins og í Kollfjarðartunlinum eru antennur settar upp í Leirvíkstunlinum fyri hvørjar 200 metrar í tunlinum, so signalið ongastaðni hvørvur í tunlinum. Talan er um eina íløgu, sum liggur um 400.000 krónur.
Við Leivíkstunlinum hoyrast útvarpsrásirnar nú í sjey av ferðslutyngstu tunlunum í Føroyum. Hinir eru Vága- , Norðoya-, Hovs-, Norðskála-, Leyna- og Kollfjarðartunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald